Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var ein tung avgerð at taka

John William Joensen

Tað var fyrst og fremst við atliti til familju mína at eg tók avgerð um at flyta felag og búðstað, sigur Jákup Mikkelsen



KÍ-hetjan og landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, sigur at tað var fyrst og fremst við atliti til familjuna at hann valdi at gera sáttmála við B36.
Síðani eg byjaði á læraraskúlanum í Havn og ferðast ímillum, havi eg faktist verið skaddur og eg ivist ikki í at stress hevur verið ein partur av orsøkini.
Eitt er tað at ein gongur í skúla í Havn og ferðast í millum, men tá eg komið til Klaksvíkar skal eg til venjing og eri tí ikki við hús fyrr enn seint á kvøldi.



 Góður sáttmáli
Jákup sigur at B36 bjóðaði honum sáttmála og eina íbúð í Havnini og at hann og familjan flyta til Havnar 1. november.
Vit hava gjørt ein tvey ára sáttmála og hetta tíðarskeiðið komið eg eisini at virka sum málmansvenjari.
Eg havi eisini skilt at teir hava stórar ætlanir og hava sum mál at gerast føroyarmeistarar komandi ár.

Skiljast í semju
Tað er als eingin ósemja millum meg og KÍ og eg eri glaður um at teir í leiðsluni hjá KÍ hava skilt mína støðu og tað avgerð, sum eg havi tikið, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking.
Jákup hevur sum sagt gjørt ein tvey ára sáttmála við B36, men kemur óivað at búgva longur í Havn tá lærutíðin á skúlanum er trý ár.

Harleywoodpaint