Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var hart men neyðugt

John William Joensen

– Eg fegnist um at býráði hevur valt at fremja sparingar og samtykkja fíggjarætlanina fyri komandi ár – áðrenn valið

Tað hevur verið tjakast dúgliga um tað var rætt ella ikki av varaborgarstjóranum at melda so harliga út um sparingar og fíggjarstøðuna hjá kommununi.

Síðani útmeldingina hevur nógv umrøða verði í fjølmiðlunum og allir miðlar vóru umboðaðir á býráðsfundinum gjárakvøldið.

Kristian Fríðrikk Olsen sum hevur sitið í býráðanum í meira enn 30 ár segi at avgerðin var neyðug og hann rósti býráðslimum.

– Tað eru ikki bert inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu sum eru nógv minkaðar men vit hava tikið avleiðingarnar av hesum áðrenn býráðsvalið.

– Seinasta býráð sum sat bíðaði við at samtykkja fíggjarætlanina til valið var liðugt og eg síggi at tað sama gerða fleiri aðrar kommunur.

– Tað er ikki rætt og eg meti at vit hava verið sera seriøsir og tikið støðuna í fullum álvara, segði varaborgarstjórin m.a..