Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var nú synd

John William Joensen

Veðrið ræður sær sjálvum og hóast tað fyri stóran part legði Festivalin í oyði – so gleða vit okkum longu til næsta ár

Tað var nú synd – segði ein sorgblíður festivalgestur – og hetta vóru røttu orðini at brúka tá vindur og regn køvdu Summarfestivalin 2007.

Men vit fingu tó at upplivað Scorpions, Jógvan Hansen, Ronni og onnur góð nøvn á pallinum fríggjakvøldið og tann upplivingin stendur sterkast – hóast ódnarveðrið.

Leygarkvøldið og sunnudagin tóku vit nakrar myndir av restunum – eftir at náttúran hevði herja Vágsbø stórsta partin av leygarkvøldinum.