Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var ongantíð nakað fíggjarligt grundarlag undir Badmintonhøllini

John William Joensen

Tað staðfestur stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, í notati til býráðið í november. Tá fyrrverandi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen og fyrrverandi landsstýrismaðurin í Mentamálum Jógvan á Lakjuni, seint í november 2007 røddu á stórari móttøku í nýggju Badmintonhøllini hekk sparikassin uppá helvtina av byggikostnaðinum sum var 23 mió. kr..

Tað staðfestur stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, í notati til býráðið í november. Tá fyrrverandi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen og fyrrverandi landsstýrismaðurin í Mentamálum Jógvan á Lakjuni, seint í november 2007 røddu á stórari móttøku í nýggju Badmintonhøllini hekk sparikassin uppá helvtina av byggikostnaðinum sum var 23 mió. kr..

Tann 20. November 2012 eru Klaksvíkar Kommuna og Norðoya Sparikassi í samráðingum um at yvirtaka høllirnar eftir at býráði hevði samtykt at keypa hallirnar frá Norðoya Sparikassa fyri 14,8 mió. krónur. Keypi bleiv fíggja við láni í Norðoya Sparikassa.

Øll viðgerin í býráðnum var fyri stongdum hurðum og tí hava vit ikki fingið innlit í málið fyrr enn nú.

Í skjalatilfarinum sæst m.a. at Badmintonhøllin frá fyrsta degi ikki megnar at gjalda rentur og avdráttir.

Undir samráðingunum verður sparikassin biðin um at útgreina skuldina í høllunum og tann 20/11 2012 skrivar stjórin í Norðoya Sparikassa eitt notat.

Har stendur m.a. soleiðis at lesa:

… tásitandi býráð játtaði at stuðla høllini fíggjarliga og mælti til hesa loysn…..

… høllin kostaði 22-23 mió. kr. at byggja írokna MVG…..

…beinleiðis stuðulin frá Klaksvíkar Kommunu var 4,5 mió. kr. meðan stuðulin frá Mentamálaráðnum var 4,5 mió. kr. . Aðrir stuðlar vóru uppá uml. 2 mió. kr.

… við ársenda 2009 er lániskuldin 10,2 mió. kr. men fíggjarliga orkan hjá felagnum er hvørki til rentur ella avdráttir…. fram til ársenda økist lániskuldin 700.000,- kr. sum er rentutilskriving…..

Hóast tað var Norðoya Sparikassi sum fíggjaði byggingina av Badmintonhøllini so er niðurstøðan hjá núverandi stjóra rættiliga bersøgin:

“Staðfestast má at fíggjarliga grundarlagið undir hesari verkætlan ongantíð var til staðar.”

Ábyrgdarloysi ella optimisma?

Spola vit tíðina aftur til 2007 tá Badmintonhøllin varð bygd, so var hetta eitt tíðarskeið har lætt var at fáa fígging og tað gongur sera væl hjá fíggingarstovnunum. Sparikassin hevur heilar 31 mió. kr. í yvirskotið í 2006 og 30 mió. kr. í 2007 sum er met. Sparikassin fíggjaði byggingina og hetta í tøttum samstarvið við Klaksvíkar Kommunu. Tá hatíðarhald er í nýggju Badmintonhøllini í november 2007 sigur tá verandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen m.a. soleiðis í røðu fyri fullsettari høll:

“ …. Tað er ringt at greiða frá í stuttum, hvussu væl og ofta henda høll hevur verið umrødd og viðgjørd á fundum, bæði millum stigtakararnar og kommununa og innanhýsis í býráðsumsitingini, í nevndum og í býráðnum, umframt tað samskifti og fundarvirksemi, sum verið hevur millum stigtakararnar og mentamálaráðið, aðrir stuðlar o.s.fr… Mangan hevur staðið nógv á, tá Klaksvíkar Badmintonfelag hevur arbeitt við hesi verkætlan, og tey eru ikki so heilt fá, sum undir tilgongdini hava verið ivandi og hava havt lítla tiltrúgv til ætlanina…. Eftir drúgva viðgerð í fleiri umførum samtykti býráðið at stuðla hesi bygging við 30% av kostnaðinum og saman við tilsøgn um fígging frá Norðoya Sparikassa var stuðulsjáttanin frá kommununi grundarlagið fyri, at Klaksvíkar Badmintonfelag kundi senda Mentamálaráðnum eina umsókn um landsstuðul upp á somuleiðis 30%…

Bjartskygni var stórt tá Badmintonhøllin varð bygd, men skjótt gjørdist greitt at frítíðarfelagið stóð einsamalt eftir við eini skuld sum var um 10,5 mió. kr..