Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað vendist ikki aftur!

John William Joensen

Løgtingsformaðurin hevur loypt øði í grindina. Hettar tí hann hevur lagt uppskot fram um at gera Føroyar til eitt valdømi.

Tingfólk eru fyri og í móti.
Ein leggur beinanvegin til merkis, at tey ið eru fyri hesu broyting, koma úr miðstaðarøkinum, og hví mann tað vera??
Er tað ikki tí, at tey vanta sær ein vinning við hesum broyting – at nú – siga tey – skulu vit sleppa av við “lokalpolitikk”. Men er nakra staðni so nógvur lokalpolitikkur, sum júst í miðstaðarøkinum.
Verður tosa um mál uttan fyri miðstaðarøkið – so eru fólk lokal – men verður tosa um mál í miðstaðarøkinum, er tað ikki lokalmál – nei, tá er tað heildin, sum tosa verður um, og far vinning.
At galdandi lóg treingir til broytingar, er ongin ivi um. Tað síggja vit av tingmannabýtinum – har flokkur við flest atkvøðum, ikki hevur flest tingmenn, og tað kann ikki verða rætt.
Men hvørja ferð Jacob Vestergaard er farin í holt við at gera broytingar, er hann sligin á fingrarnar – og biðin um at halda seg burtur frá hesum.
Nú kemur so Edmund Joensen, sum ketta upp úr høvdatrog – beint áðrenn nýtt val skal haldast – og vil gera allar Føroyar til eitt valdømi.
Her eru ongan kanningar gjørdar, hvat hettar ferð hava at týða fyri framtíðina.
Vit hoyra hvat er hent í Grønlandi, og løgi skuldi tað verið um ikki sama skili verður í Føroyum. Kanska ikki við fyrsta val – men aftaná annað og triðja val, er heilst sikkurt, at miðstaðarøkið verður yvirumboða.
At smáu flokkarnir ynskja hettar, er ikki so løgi, tí her síggja teir ein vinning, sum vil gera, at teir hava nógv at siga – helst alt ov nógv at siga – í landsins stýri. 

Men eitt skulu tingfólk vita. Og tað er, at verður hendan broyting gjørd, vendist ikki aftur. 

Tá fáa vit Føroyar sum eitt valdømi í allar ævir. Tí tey, ið tá eru vald, vilja ikki hava eina broyting aftur – og har við saga tað grein, ið tey sjálvu sita á, burtur. Sjálvt um tað vísir seg, at tað var skeivt fari fram. 

Hettar eiga tingfólk at hugsa um – og ikki samtykkja hettar uppskot nú. 

Her má fyrst gerast ein rættuliga umfatandi kanning – so vit ikki føra okkara land út í størstu ódemokratisku skipan nakran tíð. 

Her vendist ikki aftur.

Klaksvík hin 29. august 2007.

Jógvan E. Ósá,
josa@post.olivant.fo