FRIGG: Eisini í Keypmannahavn verður snakkað um veður og vind, tá ið talan eru um tiltøk uttandura. – Steintór Rasmussen, eisini fyrireikari av SummarFestivalinum, er royndur innan hetta økið eftir hondini. Steintór granskaði veðurkortið.

Fyrr í vikuni vóru fólk bangin fyri, at Frigg-festivalurin fór at verða merktur av nógvum regni. – Tað brúgvalagið við nógvum regni sær nú út til at vikna eitt sindur, og kanska verður hetta brúgvalagið eitt sindur seinni áveg enn væntað varð áður.
Sum nú er, kann væntast at festivalurin fer at byrja á turrum bøi, men kanska kann enda við einum vátum bøi. Fríggjadagin verður turt fyri tað mesta, ið hvussu er tá ið festivalurin byrjar.
Leygarkvøldið fer helst at regna nakað, men tað fer ikki at bila hjá norðurlendingunum, ið eiga at tola eitt sindur av hvørjum.
Jú, tað verður gott veður, hóast vit kunnu vænta eitt sindur av dropum av og til. Stilli og eingin ódn; tað er ikki so galið, sæð við føroyskum eygum.