Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður ikki skúlaungdómar, sum fara at avloysa postboðini

John William Joensen

sigur postverksstjórin, Sofus Clementsen, sum ikki ætlar sær í nakað alment kjak við Hera Simonsen – sum sambart postverksstjóranum er innhabilur

– Vit eru í ferð við at broyta alla skipanina við postútbering og tað er sera óheppið at fólk, sum eru uppvaksin við gomlu skipanini royna at gera nýggju skipanina til nakað ræðuligt.

– Nýggja skipanin fer at veita tænastu til vinnulívið um dagin – tá vinnulívið hevur brúk fyri tænastuni og til privatfólk um kvøldið – tá fólk eru heima við hús.

– Tað er ikki rætt at skúlaungdómar skulu bera postin út í framtíðini – tað verður sjálvandi vaksið fólk.

– Eg ætli mær ikki út í alment kjak við Hera Simonsen – tí hann er fyrrverandi postboð – og innhabilur, sigur Sofus Clementsen í stuttari viðmerking.

Hann váttaði samstundis at arbeitt verður við at fáa nýggju skipanina at virka kring alt landið.