Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður munandi dýrari at koyra í Skálafjarðatunnlinum enn verandi undirsjóvartunnlum

John William Joensen

Tað undraði mong at tunnilsfelagið valdið at kunngera avtaluna um fígging av Skálafjarðartunnlinum og Sandoyartunnlinum sjálvan valdagin. Endamálið var helst at umgangast fjølmiðlaumrøðu og tað má sigast at hava eydnast sera væl.

Tað undraði mong at tunnilsfelagið valdið at kunngera avtaluna um fígging av Skálafjarðartunnlinum og Sandoyartunnlinum sjálvan valdagin. Endamálið var helst at umgangast fjølmiðlaumrøðu og tað má sigast at hava eydnast sera væl.

Samlaða láni sum tunnilsfelagið átekur sær er 2,6 mia. kr. harav landskassin hevur átikið sær at rindað 400 mió. kr.. Hetta er munandi minni enn parturin hjá landinum hevur verið í hinum undirsjóvartunnlunum.

Tunnilsfelagið skal rindað 170 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum og roknast kann við útreiðslum til viðlíkahald o.a. fyri aðrar 10 mió. árliga.

Tunnilsfelagið vantar at 4.000 akfør fara at koyra millum Toftir og Tórshavn dagliga og uml. 2.000 bilar fara at koyra millum Toftir og Strendur. Ein kann roknað við at munur verður á gjaldinum, soleiðis at dýrari verður at koyra longri farleiðina til Havnar.

Men um vit leggja tølini saman og siga at 6.000 akfør koyra í Skálafjarðartunnlinum dagliga, so skal árliga gjaldi frá hesum akførum í minstalagið fíggja tær 180 mió. krónurnar, sum partafelagið skal hava fyri at svara hvørjum sítt.

Úrslitið er at prísurin pr. akfar verður kr. 164,- (báðar vegir).

Til samanberingar kunnu vit nevna, at í Norðoyatunnlinum rindar tú einans kr. 40 (báðar vegir).

Vit kunnu tó roknað við at tað verður munur á prísinum fyri vanligar persónbilar og lastbilar, so prísurin fyri ein persónbil verður vantandi umleið 100 krónur pr. túr (báðar vegir) um dagin.

Hetta merkir at tað verður bíligari at koyra eftir landsvegnum til Havnar enn gjøgnum Skálafjarðatunnilin. 

Ivi sáddur um Sandoyartunnilin.

Tað er merkisvert hvussu tigandi politisku flokkarnir eru um nýggja Tunnilsfelagið, men ein orsøk er uttan iva at allir flokkar hava undirskrivað politisku tunnilsavtaluna.

Landstýrið hevur tó lagt ein ventil inn, so almenna partafelagið kann sleppa undan at byggja Sandoyartunnilin.

Í avtaluni við arbeiðstakaran hevur tunnilsfelagið tryggjað sær at arbeiðstakarin NCC, skal í seinasta lagi í juni 2018 hava boð um felagið skal fara í holt við at byggja Sandoyartunnilin. Hetta gevur felagnum møguleika at sleppa undan at byggja Sandoyartunnilin.