Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður trupult at broyta fortíðina

John William Joensen

Viðmerking til Bergtóru Høgnadóttir Joensen.

Løgtingskvinnan Bergtóra Høgnadóttir Joensen, hevði eina grein í Dimmalætting fríggjadagin, sum hon kallaði ”Góða mamma, tað var ikki eg”. Í greinini harmast hon um, at sambandsfólk hava hug at geva Tjóðveldinum skyldina fyri tær fylgjurnar, sum blokkniðurskurðurin hevur havt fyri samfelagið.

Bergtóra sigur, at bruttotjóðarúrtøkan er vaksin við meira enn trimum milliardum, síðani blokkstuðulin lækkaði, og hetta, heldur hon, skuldi vigað væl uppímóti mistu inntøkuni. Men ger tað nú tað?

Bruttotjóðarúrtøka og blokkstuðul er hvør sítt
Bruttotjóðarúrtøkan sigur, hvussu nógv tað føroyska samfelagið (bæði alment og privat) framleiðir fyri, men hon sigur einki um tað bygnaðarliga hallið hjá landskassanum. Og her liggur sjálvur trupulleikin. Føroyski búskapurin hevur tað sum heild gott, men landskassin hevur eitt stórt bygnaðarligt hall, sum er umleið líka stórt sum blokkniðurskurðurin.

Sjálvandi smittar ein búskaparvøkstur fyrr ella seinni yvir á landskassan, men hann kann ikki samanberast við tað, sum stendur beinleiðis á inntøkusíðuni í landskassaroknskapinum (her hugsi eg um blokkin).

Mangt er broytt síðani Hvítubók
Sigast má, at mangt er broytt hesi 10 árini, síðani tann navnframa Hvítabók kom á marknaðin. Tá fingu vit at vita frá Tjóðveldisflokkinum, at um bruttotjóðarúrtøkan bara vaks 2 prosent um árið, so kundu vit taka allan blokkstuðulin burtur eftir fáum árum, uttan at tað fór at kosta í vælferð. Men nú hava hesi somu fólkini úr at gera við at greiða frá, hví tað kortini ikki gekk soleiðis, sum tey søgdu.

Vit fáa at vita frá Bergtóru, at bruttotjóðarúrtøkan er vaksin nógv meira enn 2 prosent um árið, og kortini hongur fíggjarlógin als ikki saman. Men hon kemur sjálv við eini frágreiðing. Hon sigur, at tað er tí at ABC-samgongan gav skattalættar fyri 400 mió. krónur árliga, og tað eru hesar 400 milliónirnar, sum nú mangla í.

Talið 400 mió. er skeivt, og harafturat er tað løgið, at hon bara nevnir skattalættarnar hjá ABC-samgonguni, og ikki skattalættarnar hjá fullveldissamgonguni og sjálvstýrissamgonguni, – men sig mær eitt: Veit Bergtóra ikki av, at tað eru meira enn 600 mió. krónur eftir av blokkstuðlinum? (hann skuldi jú allur burtur, uttan at tað fór at kosta í vælferð). 600 mió. í meirinntøku er nógv meira enn 400 mió. í mistari inntøku.

Kann Bergtóra siga mær, hví veruleikin bleiv so nógv øðrvísi enn tað, sum Hvítabók lovaði okkum?

Og kann hon eisini greiða frá, hvussu hon fær 60 mió. krónur í skattalætta um árið í 4 ár, at blíva til 400 mió. krónur tilsamans? 60 ferðir 4 var ikki 400 tá eg gekk í skúla.

Eingir pengar at spara upp
Bergtóra endurgevur í greinini ein fíggjarmálaráðharra hjá Sambandsflokkinum, sum aftur og aftur segði, at føroyski búskapurin var yvirhitaður, og at ov nógvur peningur var sendur út í samfelagið frá tí almenna, og hetta tekur hon sum okkurt slag av prógvi um, at pengar manglaðu ikki.

Eg ivist í, um endurgevingin er heilt røtt, men hugsanin aftanfyri er, at tá nógv ferð er á búskapinum, skulu vit halda aftur við almennu útreiðslunum og goyma pengarnar til verri tíðir. Men trupulleikin síðani blokkniðurskurðin hevur alla tíðina verið, at sjálvt í góðum tíðum hava vit ikki átt nóg mikið til at spara upp til verri tíðir, og tí fáa vit ein trupulleika. Trupulleikin er ikki at vit áttu ov nógvar pengar í teimum góðu tíðunum, men at vit ikki megnaðu at spara upp til verri tíðir. Í ringum tíðum er undirskotið risa stórt.

Sosiali radarin hjá CHE
Bergtóra viðgerð síðani sparingarnar, sum sitandi samgonga hevur framt á almannaøkinum, og har eri eg ikki ósamdur við øllum, sum hon sigur. Men hyggja vit eftir heildini, so hevur henda samgongan játtað fleiri pengar til almannamál, enn CHE-samgongan, sum Bergtóra var partur av, játtaði til hetta økið. Eisini tá vit hyggja eftir almannamálum sum prosentparti av samlaðu fíggjarlógini, liggur henda samgongan frammanfyri CHE, so tað er ikki høvuðsraðfestingin í sær sjálvum, sum galið er við, – men pengar mangla, og eg veit hví!

Tjóðveldi kann ikki ganga og billa fólki inn, at talið av krónum, sum fer niður í landskassan, onga ávirkan hevur á, hvussu nógv kann takast úr kassanum aftur.

Fortíðin broytist ikki

Sjálvandi er tað keðiligt, at sambandsfólk skulu vera so forherðað, at tey geva Tjóðveldinum skyldina fyri blokkniðurskurðin, og alt tað sum honum fylgir á baki. Men veruleikanum kann man nú einaferð ikki renna undan.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Harleywoodpaint