Tað verður uttan iva vónleyst hjá Tjóðveldi at sleppa í samgongu nú formaður flokksins far trupult við at samstarva við tveir av størstu flokkunum á tingi
– Í samrøðu við Sosialin segði Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, at tá Tjóðveldi legði fram misálti á Anfinn Kallsberg, táverandi løgmann, vóru samgongumøguleikarnir millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin so at siga burtur.
– Í dag boðaði løgmaður, sum er formaður í Javnaðarflokkinum frá, at hann hevði mist alt álit á flokksformannin í Tjóðveldinum og tí má sigast at Høgni Hoydal er komin í tað heldur løgnu støðu, at hann persónliga er ein forðan fyri samstarvið við tveir av størstu flokkunum á løgtingið.
Ti er sannlíkt at fyri fyrstu ferð, síðan Høgni Hoydal kom á ting, kann sáast ivi um hansara persónligu eginleikar sum framhaldandi formaður í flokkinum.




