Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað vóru tvey uppskot til landsstýrissessin

John William Joensen

Vit vildu hava eina rokering nú valskeiði er hálvrunnið men hetta góðtók Jógvan ikki, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum Annfinn Kalsberg.

Annfinn Kalsberg sigur at tað hevur leingi veri talan um at gjørt eina rokering i Fólkaflokkinum men at Jógvan ikki vildi hoyra talan um hetta.
– Hetta hevur staði upp á í langa tíð og vit hava roynt at gjørt alt í sátt og semju. Men Jógvan var hvørki at høgga ella stinga í tí hann boðaði frá at hann ætlaði at sita í fýra ár.
– Eg má visa aftur at Jógvan ikki hevur havt stuðul í flokkinum. Spola vit tíðina tvey ár aftur so var Jógvan ikki vorðin landsstýrismaður um eg ikki legði meg í seðlarnar fyri at fáa hann út í nesið.
– Sjálvur var hann heldur ikki hugaður fyri hesum, men eg fekk hann yvirtalaðan og hóast tingmanningin hevði betur hug á Jákup Vestergaard so valdu teir at stuðla Jógvani.
– Harafturat hevur Jógvan greitt fingið at vita frá tingbólkinum hvørji mál vit vildu hava framd og seinasta dømi er privatiseringin av farmaleiðum, men einki hendi.

Vil ikki rokera Djurholm
Spurdur um Fólkaflokkurin eisini ætlar at rokera Bjarna Djuurholm, sigur Annfinn at tað neyvan verður aktuelt.
– Ein veit ongantíð hvar ein endar í einum politiskum kjaki men tað er ikki aktuelt í løtuni at fáa annan mann fyri Bjarna Djuurholm.
– Tað er eingin loyna at úlendingamál eru ein Urias-postur at umsita, men vit vóna at málið tó finnur eina loysn.

Tvey uppskot
Annfinn Kalsberg sigur at tá tað gjørdist greitt at nýggjur landsstýrismaður skuldi veljast var beinanvegin trýst frá øllum lokalfeløgunum sum eru kring landið.
– Tað gjørdist tó greitt beinanvegin at tað vóru tveir kandidatar sum høvdu flest undirtøku. Tað vóru Jákup Mikkelsen og Jákup Vestergaard.
– Jákup Mikkelsen, sum jú er partur av tingbólkinum luttók í hesum orðaskiftinum men tá talan gjørdist um tveir kandidatar valdi hann at fara út úr flokksrúminum meðan avgerðin varð tikin.
– Valið fall á Jákup Vestergaard og høvuðsorðsøkin til tað var óivað at hann eisini var upp á tal tá Jógvan bleiv valdur. 
–  Jákup Mikkelsen hevði tó sterka undirtøku í flokkinum men tað rakk tó ikki.