Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tænastan hjá Faroe Ship verður økt munandi

John William Joensen

sigur Jóhanna á Berg, stjóri í Faroe Ship, sum eisini váttar at manningin á Lómi og Bliki fáa tilboð um arbeiði aðrastaðni í felagnum

Faroe Ship tekur nýggja siglingarætlan í brúk fyrst í januar 2008, sum er skapt eftir ynski og tørvi kundans, stendur í tíðindaskrivinum frá Faroe Ship.

Trý nýggj skip, tvey bingjuskip og eitt plattaskip, umframt Godafoss og Dettifoss koma at røkja siglingina til og úr Føroyum.

Jóhanna á Bergi sigur at tænastn við hesum verður økt munandi og kemur m.a. at hava hava við sær, víðkan av rutunetinum, betri ferðaætlan, betri reglusemi, betri pláss, betri handfaring av góðsinum og enn betri tænastu til viðskiftafólk hjá Faroe Ship.

Í tíðindaskrivinum verður eisini staðfest at í Føroyum fer allur bingju inn- og útflutningur til og úr Tórshavn, og at akfør hjá Faroe Ship koma at røkja uppgávuna at koyra millum skipini og viðskiftafólk og vørugoymslur.

Jóanna á Bergi sigur at byggingin av nýggjum goymslihúsið í Ánunum gongur eftir ætlan, men enn er ikki tikin støða til um Faroe Ship fer at sigla uppá Djúphavnina.

Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við broytingarnar sum koma at hækka tænastuna munandi har vit m.a. fara at hava tólv avskipingar um vikuna.

Nýggi skipini hava manningar og tí fáa verandi manningar á Lómi og Bliki tilboð um arbeiði aðrastaðni í felagnum.