Á aðalafundinum hjá Felagi Tænastumanna Landsins, sum var í 22 februar í ár vóru viðtøkubroytingar framdar.
Viðtøkubroytingarnar hava við sær, at tað nú eisini er møguligt hjá fólki í tænastumannalíknandi størvum innan tað almenna at gerast limir í felagnum.
Hesin bólkur hevur verið sera illa fyri, tí um tey ikki hava havt ávisa útbúgving, sum náttúrliga kundi knýta tey til ávíst fakfelag, hava tey ikki havt møguleika fyri at vera limir nakra staðni.Tí hava tey ikki havt nakran felagsskap, sum hevur kunna tala teirra søk.
Hesin møguleikin er nú til steðar.
Til ber at frætta nærri um møguleikan at gerast limur við at venda sær til felagið.
Felag Tænastumanna Landsins, Postboks 2234, 165 Argir Teldupostur: madul@post.olivant.fo, Fartlf 00298 225203 – svarar hvønn hósdag kl. 17.00 – 18.00.




