Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tænti í Ónagerði og flutti til Oregon

Tekst og myndir: Dávur Winther

Hetta var heitið á fyrilestri, sum Magni Arge hevði hósdagin á Torradøgunum í “Fina-støðini”, “Shell-støðini” ella Bilverkstaðnum á Stangavegi 23.

Áhugin var stórur fyri hesum fyrilestri ella framløgu. So stórur, at meiri stólar máttu fáast til vega – Allar teir 120 stólarnir, húsið átti, vórðu fingnir til vega, men alíkavæl stóðu nøkur fólk.

Magni Arge skrivar søguna um Sunnuva á Kirkju, ið var fødd í 1849 á sínum FaceBook-vanga, og verður hansara frásøgn endurgivin niðanfyri:

Í “Tey byggja land” – um Fugloynna skrivar Símun Hansen, at Sunnuva Margretha Henriksen á Kirkju fór til Amerika og giftist har, og síðani frættist onki frá henni.

Men hósdagin var nýtt at frætta um lagnuna hjá henni, tá feskar rannsóknir vóru lagdar fram á Torradøgum í nýggju og stásiligu FINA hølunum.

Tað mundi gera mun, at fjølskyldan hjá Sunnivu Margretu úr húsunum á Fløtti er stór, tí har var stúvstappað við áhoyrarum, sum vóru spent at frætta um skyldkonuna.

Sunnuva Margreta var fødd í 1849 og fermd á Viðareiði í 1865. Helst tænti hon eisini í Ónagerði hjá Feilberg presti, tí í 1870 er hon tænastufólk hjá somu prestahjúnum á prestagarðinum í Ringgive nærhendis Vejle.

Feilberg fór úr Føroyumi 1866, og tað var ikki óvanligt tá, at ungar kvinnur fylgdu við øvrigheitini, sum fluttu aftur til Danmarkar.

Fimm ár seinni eigur hon ein drong uttanfyri hjúnarlag, sum hon kallar upp eftir pápanum Jacob Hendrik. Ein húskallur hjá presti, sum var 20 ár eldri enn hon, var skrivaður sum pápi, og tey bæði giftist – helst um 1878.

Sama árið fóru prestahjúnini til Vesturindia og tvey ár seinni  býr hon einsamøll saman við soninum í eini bygd uttanfyri Vejle.

Norðurlendingar fluttu í hópatali vestur um hav til Amerika í teimum døgum, og í 1885 fara Margreta og sonurin Jákup Hendrik avstað – helst í ferðalagið við øðrum fólki úr Danmark.

Hvat var av fyrsta manni hennara sæst ikki, men í 1886 giftist hon við Anders Vibbert av Falster í Portland í statinum Oregon.

Tey taldust millum teirra, sum gingu undan at seta seg niður í Oregon, tí innrásin til Oregon tók ikki rættiligt dik á seg fyrr enn í 1883, tá jarnbreytar-samband kom í lag við eysturstrondina.

Anders bleiv til Andrew og Sunnuva til Margareth og rundanum 1900 bóndast tey á markinum til statin Washington. Onkuntíð frætti pápin frá henni, og ivaleyst sendi hon eina heilsu heim til Fugloyar um 1891, tá hon hevði átt dóttrina Emmu.

Við tí brævinum fylgdi ein mynd av Margrethu í stásklæðum og flottari rammu. Myndin er varðveidd, men onki brævasamskiftið er til.

Kanska segði hon ikki, júst hvar hon var, ella visti ongin hvat Oregon var, tí heima vistu tey bara, at hon búði norðalaga í Amerika, tá tey seinnu mistu sambandið við hana. Tey fingu boð um, at hon helst var deyð í einum skógareldi.

Men hon livdi leingi. Tá Andrew doyði í 1905, fann Margretha sær triðja mannin og giftist í 1909 við George Gould. Tá gekk hon til tey trýss. Tey búðu fyrst nærhendis býnum Redmond, men fluttu seinni  norður til bygdina Umatilla, sum liggur tætt býnum Hermiston, á somu  leið har hon fyrr hevði búð.

Hermiston Herald skrivar í november 1930, at Margreta Henriksen Gould andaðist 81 ára gomul hin 1. november 1930 og var borin til gravar tveir dagar seinni.

“She is well known to citizens of this community as she has lived on the North Hill for the last 12 years.

Besides the host of friends she leaves to mourn her, she leaves her husband, George W. Gould; a son, J. H. Peterson of Sherars Bridge, Oregon, and a daughter, Mrs. J. J. Crowley of Portland.”

Jacob Hendrik yngri fekk trý børn, og ættin eftir hann er stór.