Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tær føroysku vunnu aftur

Danial Viðoy

Flogbóltur: Aftur í dag vóru tær føroysku í Amager Volley Klub við í einum sannførandi sigri. Í dag vunnu tær 3-0 á VLI, sum liggur á triðja plássið. Leiðslan hjá AVK á fyrstaplássi gerst bara greiðari og greiðari.

Flogbóltur: Aftur í dag vóru tær føroysku í Amager Volley Klub við í einum sannførandi sigri. Í dag vunnu tær 3-0 á VLI, sum liggur á triðja plássið. Leiðslan hjá AVK á fyrstaplássi gerst bara greiðari og greiðari.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at VLI er tað einasta liðið, sum hevur vunnið sett ímóti AVK. Men í dag lat AVK ongan iva vera um, hvat betra liðið var. AVK er tískil enn ósigrað í fyrstu deild.

Í fyrsta settinum megnaði VLI tó at fylgja við eina løtu. Men tá ið AVK fann stevið, var eingin vegur aftur. Tí einu løtuna megnaðu tær úr AVK at vinna sær 13 stig upp í slag. Fyrsta sett endaði 25-17 til útiliðið.

Sjálvsálitið hjá teimum úr AVK er gott nú um dagar. Í øðrum setti kom hetta til sjóndar, tí hóast VLI royndi sítt ítarsta og var væl við, megnaði AVK at vinna settið 25-20.

Í triðja settinum, sum eisini gjørdist tað seinasta í dystinum, vísti AVK veruliga styrki og endaði triðja settið greitt 25-14.

Amager VK hava nú 38 stig á fyrsta plássi. Á øðrum plássi hevur Frederiksberg Volley 31 stig, men hevur leikt ein dyst færri. Á triðja plássi liggur VLI við 28 stigum.

Komandi leygardag spæla Amager VK á heimavølli ímóti KSV.

LES EISINI FRÁ Í ÁR:

– GÓÐA GONGDIN HELDUR FRAM

– ÁRIÐ ER BYRJAÐ VÆL HJÁ FØROYINGUNUM Í AVK