Fyri tveimum árum síðani, setti býargartnarin nakrar leykir niður á Vágsbø, beint norðanfyri hjá Símun, bónda, sála.
Hans Hjalti Skaale, býargartnari sigur, at nú veturin hevur verið lýggjur komu krokusplanturnar tíðliga.
Víðari sigur býargartnarin, at krokusplantan stendur stutt, um veðrið verður til vildar, kann roknast við at plantan stendur í einar tríggjar vikur, men annars verður rokna við at tær megna at vísa sín vakurleika í einar 14 dagar.
Tað hugaliga við krokus er, at tær koma tíðliga á árinum og stytta sostatt um langa vetur okkara.




