Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tær hava tikið megnar tøk

Annika Kunoy Im

Ein heilsan til Norðoya Kvinnufelag á 70 ára degnum í ár

(stytt og redigerað framløga, sum varð hildin til føðingardagstiltakið 4. september 2021)

 

Seinastu tíðina havi eg – við størstu virðing – lisið í fýra tjúkkum, hondskrivaðum gerðabókum hjá Norðoya Húsmøðrafelag, sum felagið kallaðist tá, og harvið havi eg faktiskt eisini fingið forkunnugt innlit í, hvat arbeiði hesar kvinnurnar í Klaksvík hava gjørt, og hvat liggur eftir, nú 70 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað.

 

Felagið Klaksvíkar Húsmóðrafelag – sum felagið varð kallað heilt upp til 2005 – varð stovnað í 1951, og hyggja vit at hvat rørdi seg í samfeganum, og hvussu tað var samansett, síggja vit skjótt, hvør tørvurin var í mun til, hvør hann er í dag, og hvussu nógv er broytt hesi árini.

 

 

Felagið varð stovnað

Felagið varð stovnað 18. juni í 1951 við tí endamáli, at fáa Húsarhaldsskúla í Klaksvík, tí tað var ikki so vanligt at útbúgva kvinnur tá – uttan sjálvsagt til lærarinnu ella sjúkrasystur.

Byrjað varð við skeiðum um veturin, og bræv varð sent til sóknarstýrið, sum býráðið tá varð kallað, um studning til hús, ljós og hita. Fyrstu tíðina fyrireika tær bæði húsarhaldsskeið og undirvísing í seyming og veving úti í Grøv, og okkurt av tí, sum var evnað var síðani selt til frama fyri felagið.

 

Stutt eftir at felagið varð stovnað, fóru tær undir at stuðla Tekniska Skúla fíggjarliga, tí heitt varð á tær um at savna eitt sindur av peningi inn til skúlan, sum tá stóð í gerð. So mikið kom inn, at tað rakk til, at skúlin varð gjørdur liðugur.

Tær vórðu tó ørkymlaðar um, at tær vóru góðar at heita á, tá peningurin skuldi samlast inn til ymsikt, men tá avgerðir skuldu takst og nevndir mannast, vórðu boð ikki send eftir teimum.

 

Gjøgnum 50’ini høvdu tær húsarhaldsskeið í millum annað Gamla Skúla – ein veruligur húsarhaldsskúli var alla tíðina aðalmálið, men trupult var at finna høli til endamálið, og tær søktu bæði um at leiga frá sóknarstýrinum og um grundstykki, men tær fingu hvørki.

 

Tá var ikki líka lætt at savna sær vitan, og tær hildu tað vera umráðandi at skapa møguleikar í nærumhvørvinum, og tær fóru tí eisini undir at skipa fyri kvøldskúla – fyrstu tíðina í enskum, bókbinding, fimleiki og hondarbeiði.

 

Hesi árini er eisini nógv fokus á vælgerandi arbeiði og felagið stuðlar bæði einstaklingum og stovnum. Tær savna eisini pening inn øll árini við at hava ymisk tiltøk, so sum lottarí, bingo og annað. Til dømis stendur 17. november 1954, at viðtikið varð at senda til jólagávur áljóðandi 50 krónur til sjúkrahúsið í Klaksvík og barnaheimið í Vestmanna og 25 krónur til faðirleys børn her í Klaksvík.

Í 1955 varð til dømis viðtikið at geva gávu til fólkini í Hvalvík, sum mistu húsini av eldsbruna. Tað stendur ikki meir um tað, so eg ímyndi mær, at hetta hevur verið ein hending, sum øll hava kent til tá.

 

Tær byrja eisini tíðliga at tosa um tørvin á ellisheimi í Klaksvík, og tær ynskja veruliga, at okkurt verður gjørt, so tey eldru fáa eitt heim at fara í, og tær viðgera og kanna málið, umframt at tær eisini savna pening inn til hetta sama. 

 

Læknastríðið ávirkar

Av og á  – meðan blaðað verður gjøgnum gerðabøkurnar – fæst eisini eitt lítið innlit í, hvat tað er, sum fyrigongur í samfelagnum hesa tíðina, fundirnir hava verið. Til dømis á nevndarfundi 7. apríl í 1953 – tá Olaf Halvorsen var lækni í Klaksvík.

 

Tá skuldi felagið taka støðu til eitt skriv, sum var komið um at “styðja adressuna, sum var sett í gongd fyri at fáa Halvorsen lækna at verða verðandi í Klakksvík” Altso, tær savna undirskriftir. Tá varð ein av limunum í felagnum so ill, at hon meldaði seg úr. 

 

Læknastríðið ávirkaði – sum vit vita – ikki bert Klaksvíkina, og hoppa vit so fram til hin 14. apríl 1955, kom nevndin saman at tosa um eitt telegram, sum varð komið frá Havnar Kvinnufelag, sum ljóðaði soleiðis:

“Henda áheitan er send til Húsmøðrarfelagið í Klaksvík, Læknafelagið, Landsstýrið og Ríkisumboðið.
Kvinnufelagið í Havn heitir á Húsmøðrarfelagið í Klaksvík og biður tykkum gera tykkara besta fyri at royna at greiða læknaspurningin, uttan at harðskapur verður nýttur stop. Tann støðan hetta mál nú er komið í kann ikki føra til annað enn stríð bæði millum okkum føroyingar og aðrar tjóðir uttan um okkum stop.

Málið má kunna loysast stop. Við biðja tykkum tí um at royna allar útvegir til frið.

Kvinnufelagið í Havn.”

 

Eftir hetta viðtók nevndin at senda eitt telegram til hansara hátign Fríðrik kong hin 9.
Telegrammið var soljóðaðndi:

“Til hans majestet kongen af Danmark.

Klaksvig husmodreforening hendvender sig hermed allerunderdanigst til Deres kongelige højhed med bøn om hjælp i vor vanskelige situation i dag. Skån om muligt våres mænd og sønner for blodsudgydelse i deres kamp for at beholde den læge, det store fleretal af Nordenøernes befolkning ønsker sig.

Bestyrelsen for Klaksvig husmoderforening”

 

Síðani fær Húsmøðrafelagið bræv frá landsstýrinum, har tað millum annað verður sagt, at Halvorsen skal útsetast g yvirlækni Dahl yvirtaka røktina, og at tað er harðskapur móti sorenskrivara, landsstýrismanni, ríkisumboði og fúta, sum hevur elvt til økta politistyrki.

“Um Halvorsen góðvilliga fer av sjúkrahúsinum, verður makt ikki brúkt.”

 

Moralska ábyrgd

Felagið hevur fingist við ymiskt mál – summi álvarslig og summi minni álvarslig – gjøgnum ár og dag. Onnur kunnu beinleiðis tykjast skemtilig, serliga tá vit hyggja aftur á tey smá 70 ár seinni.

Eitt var 14. september 1953, tá tað aftur var limafundur, og tað millum annað stendur, at M.B. Jacobsen lærarinna helt, at húsmøðrurnar tørvaðu andaliga føði, sum tað er orðað, og tí átti felagið at hjálpa sum best við upplýsandi fyridrøgum og upplesna av góðum skaldskapi. Komandi fundirnir verða fleiri sangir sungnir, røður hildnar og yrkingar lisnar.

 

Eitt nokkso stuttligt innslag er eisini 31. oktober 1955, tá felagið hevur bjóðað einum trúboðara at halda fyrilestur, og viðkomandi vísti ein film um Gud og ávaraði – serliga tær, sum vóru mammur – um at ansa eftir, hvat børnini sóu, sluppu tey í biograf.

 

Eisini verður eitt sindur snakkað um Drotning Margrethu Barnagarðin, sum felagið var við til at seta á stovn í 1957, tá tørvur var á arbeiðskraft í býnum. Og skuldu kvinnurnar út at arbeiða, mátti onkur ansa børnunum. Og nakrar ferðir er Mrs Thourup – barnagarðslærarinna, sum tað nevndist á – og vitjar felagið og greiðir frá um barnagarð og uppaling. 

 

 

Nærumhvørvið týdning

í 1957 kemur spurningurin um heimasjúkrasystur í sóknini á skrá, og heitt verður á sóknarstýrið at vísa málinum vælvild.

Einaferð seinni skuldi heimasjúkrasysturin síðani sparast burtur aftur, tí sóknarstýrið helt skipanina vera ov kostnaðarmikla og tvørliga. Hetta mótmælti Húsmøðrafelagið, og úrslitið varð, at heimasjúkrasysturin aftur varð sett í stavið.

 

Tær taka sær soleiðis eisini av tørvi í nærumhvørvinum, tá mong vórðu sjúk av einum krími, sum kallaðist asiakrímið, og fleiri heim vóru illa stødd. Nevndin í Húsmøðrafelagnum helt tað tí verða neyðugt at fyrireika eina fyribils hjálp til heimini, meðan sjúkan var í hæddini. Nakrar kvinnur skiftust tí at hjálpa úti í heimunum við at gera mat og annað, sum tørvur var á. 

 

Á 10 ára stovningsdegi felagsins, gleðast tær um tað, sum felagið hevur fingið av skafti, og at so mong skeiðir so sum seymi- og veviskeið eru um vetrarnar, og at heimasystur var komin í bygdina. Men enn var langt á mál, og tær vildu framhaldandi arbeiða fyri ellisheimi í Klaksvík.

 

Eg datt á eitt innlegg 6/11-1961 – kanska ikki av stórum týdningi fyri øll, men stuttligt var at síggja navnið á abba mínum, Erling Høgnesen, sum hetta kvøldið var komin á fund fyri at fortelja um ætlaðu svmjihøllina. Hetta tók sína tíð, stendur í gerðabókini, og søgan, sum E.H Justinussen skuldi lesa hetta kvøldið, varð tí útsett til eina aðru ferð.

 

Eitt annað dømi upp á, at felagið vísir á og arbeiðir fyri tí, sum væntar í nærumhvørvinum er, tá tær í 1966 skriva, at tað er eydnast teimum, eftir fleiri úrslitaleysum áheitanum til sóknarstýrið, endiliga at fáa svar upp á fyrispurningin um at fáa keypt líkbil til bygdina. Sóknarstýrið svarar, at áhugi er fyri málinum, og skulu teir skipa so fyri, at tað í komandi árum verður avsettur peningur til hetta endamál.

Tær vístu eisini á tørv á millum annað barnagarði, spæliplássum, tannlækna, ruskvogni og ymiskum øðrum, sum eisini síðani varð sett á stovn.

 

Húsarhaldsskúlin aðalmálið

Nógv verður snakkað og skrivað um ein Húsarhaldsskúla gjøgnum øll árini. Miðskeiðis í sekstiárunum tekur tað dik á seg, tí hildið verur, at hóast skeiðini í hondarbeiði og matgerð eru hent, er tað ikki tað sama sum eitt longri skeið í húsarhaldi. Nevnt verður millum annað, at nógvar gentur fara av landinum at læra seg húsarhald, og fleiri koma ikki heim aftur. Felagið fyrireikar seg somuleiðis upp á, hvat krevst at hava ein slíkan skúla í Føroyum.

 

í 1967 keypir húsmøðrafelagið ein bygning til at brúka til Húsarhaldsskúla. Tá eru 240 limir í felagnum. Tær áttu 60.000 krónur á bók, kommunan lat 50.000 krónur og tær fyngu lán frá Norðoya Sparikassa upp á 90.000 krónur.

Ein av gomlu limunum í felagnum, segði frá, at tað var ikki lætt hjá felagnum at fáa lánið, tí tær vóru bara kvinnur, og at tað vóru nakrir múgvandi menn, sum høvdu sagt bankanum, at fingu kvinnurnar úr Húsmøðrafelagnum lán, fluttu teir somuleiðis teirra virksemi til Sparikassan. So fekk felagið lánið.

Men tá lánið skuldi undirskrivast, vóru tær so spentar at keypa húsini, at tær høvdu gloymt at sagt monnunum frá – sum man jú skuldi tá – og skrivaðu undir lánið, uttan at teir vistu tað. Tíbetur tóku allir tó undir við keypinum.

Í 1968 er fyri fyrstu ferð nevdarfundur í húsi felagsins. Í 1977 verður Húsarhaldsskúlin góðkendur, og í fleiri ár fyllir húsarhaldsskeið og skúlin ómetaliga nógv í virkseminum hjá felagnum.

Í 1970 eru tær ónøgar um manglandi pláss bæði inni í barnagarðinum og úti í garðinum, har børnini spæla. Tørvurin á ansing er stórur, og fleiri børn eru tá á bráðfeingislista. Hetta er tekin um, at alsamt fleiri kvinnur fara út at arbeiða, skriva tær og koma ásamt um, at okkurt munandi má gerast. Eisini er trupult at fáa foreldrini at gjalda tær 125 krónurnar, tað kostaði at fáa børnini ansað allan dagin ein mánað, tí tá gingu tey hús úr húsi og savnaðu peningin inn.

 

Nýggjar tíðir
Í 1995 keypti felagið húsið á Bøgøtu, og tær skriva í gerðabókunum um, hvussu heppnar tær kendu seg, nú tær høvdu fingið eitt hús so sentralt í býnum. Tá fer tosið eisini at snúgva seg um hetta við barnaansing eftir skúlatíð fyri børn 7-10 ár – hetta, sum vit í dag kenna sum frítíðarskúla – men av eini ella aðrari orsøk, tykist tað ikki ordiliga at fáa veingir at flúgva á tá.

 

Virksemið hjá kvinnufelagnum er nógv minkað og eisini nógv broytt hesi árini, felagið hevur verið til, og ringt er at fáa limir at møta upp, tað sæst eisini í einum lesarabrævið til Norðlýsið 14. mars 1997. Har tað stendur:

“Viðhvørt blómar felagslívið, og aðrar tíðir er ikki meir enn tað anir. Soleiðis eru upp og niðurgangstíðir í øllum feløgum, og húsmøðrafelagið er einki undantak. Í rættiliga langa tíð hevur gingið striltið at savna limirnar. Hetta er harmuligt, tí felagið er felagið hjá kvinnunum í Norðoyggjum. Vónandi heldur eingin seg burtur orsakað av navninum…”

 

Klaksvík Húsmøðrafelag flytur seg sjálvsagt, í tráð við at samfelagið støðugt broytist.

Eisini tosa tær meir um politikk og serliga um kvinnur í politikki. Somuleiðis verður navn felagsins í 2005 broytt til Norðoya Kvinnufelag.

 

Í 2018 varð bygningurin, sum Húsarhaldsskúlin heldur til í seldur. Síðani vóru húsini á Bøgøtu sett í stand.

 

Sigast kann at nevnd og limir felagsins hava gjørt nógv í navninum hjá Húsmøðrafelagnum. Og hóast tíðirnar broytast, má eitt slíkt felag ikki gevast, tí sum tær eisini skrivaðu í Norðlýsinum fyri 24 árum síðani, er tað felagið hjá kvinnum í Norðoyggjum. Og í 16 ár hevur tað ikki verið navnið, sum heldur nøkrum aftur.
Tað er, tá ein hyggur afturlítandi aftur, at ein sær, hvussu nógv felagið hevur fingið av skafti. Tær hava brent fyri tí, tær fóru undir og broytt samfelagið vit liva í og treytirnar vit liva undir – og tað kunnu tit bara vera stoltar av!

 

Hjartaliga til lukku enn eina ferð!