Gongdin higartil í ár: Elisabeth Purkhús, Sofía Purkhús, Eina Kalsø og Jastrið Jacobsen eru partur av Amager Volley Klub, sum spælir í fremstu donsku deildini, umframt í eini sterkari Øresundsliga. Tær hava fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Til ber at stroyma dystirnar beinleiðis! Næsti dystur er í morgin klokkan 14.00, danska tíð.
Gongdin higartil í ár: Elisabeth Purkhús, Sofía Purkhús, Eina Kalsø og Jastrið Jacobsen eru partur av Amager Volley Klub, sum spælir í fremstu donsku deildini, umframt í eini sterkari Øresundsliga. Tær hava fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Til ber at stroyma dystirnar beinleiðis! Næsti dystur er í morgin klokkan 14.00, danska tíð.
Amager Volley Klub er við í trimum kappingum í ár. Heimligu landskappingini, Øresundsliga og sjálvsagt í steypakappingini, har tær nú eru millum 8 tey seinastu liðini.
Steypakappingin
Um knappar tvær vikur hittir AVK (st. fyri Amager Volley Klub) Fortuna, sum tær í landskappingini vunnu 3-0 á. Vinna tær hendan dystin ímóti Fortuna, verða tær sjálvsagt millum tey seinastu fýra liðini í steypakappingini. Bæði semfinalan og finalan verður avgreidd yvir eitt vikuskifti stutt fyri jól.
Landskappingin og Øresundsliga
Øresundsligan er blandingur av seks donskum og svenskum liðum. Trý donsk lið eru við, sum eru AVK, Brøndby og Holte.
Tá ið donsku liðini hittast, er hetta ein dystur í bæði landskappingini og Øresundliga. Stigini verða førd yvir í donsku landskappingina. Hetta er allarhelst av teirri orsøk, at so møta liðini ikki hvørjum øðrum so ofta.
Sunnudagin klokkan 14.00 (dk. tíð) hittir AVK Køge á heimavølli. Hendan dystin eigur AVK at vinna, skilst, men tær eru eyðmjúkar og vilja ikki viðurkenna favoritt-leiklutin. Til ber at stroyma dystin beinleiðis á hesu leinkjuni: http://www.avkfan.dk/.
Sofía dagsins leikari í óvæntaðum sigri
Tað hevur gingið væl higartil í ár. Tær hava vunnið 4 út av seks dystum og seinasta dyst vunnu tær sera óvæntað á Svedala, sum liggur á triðja plássi í Svøríki. Áskoðararnir valdu til hendan dystin Sofíu Purkhús til dagsins leikara.
Hóast tær taptu 3-2 á Engeholm, eftir at hava verið frammanfyri 2-1, eru tær nøgdar við avrikið. Tí Engeholm vann svensku kappingina í fjør og er ein biðil í ár til at endurtaka bragdið.
Soleiðis hevur gingið AVK higartil í ár, sí niðanfyri:
– Taptu ímóti Brøndby (Landskapping – Øresundsliga).
– Taptu 3-2 á Engeholm (Øresundsligaen).
– Vunnu 3-0 á Fortuna. (Landskappingin).
– Vunnu 3-0 á DHV (Landskapping).
– Vunnu 3-1 á Frederiksberg (Steypakapping).
– Vunnu 3-0 á Svedala (Øresundsliga).




