Jóh. 1, 11 staðfestir hetta: “Hann kom til Sítt egna (t.e. jødarnir), men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum.” Gjøgnumgangandi fekk Jesus eina ringa móttøku frá jødunum. Tó bleiv Hann ikki vrakaður av øllum. Søgan um Jesus endaði tíbetur ikki í ongum, men hon byrjaði við nøkrum fáum móttøkiligum menniskjum.
Jóh. 1, 12 upplýsir okkum um tað sama: “Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt (t.e. kraft ella rætt til) at verða børn (ella synir) Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara.”
Hóast stóru vanvirðingina fyri Honum, so vóru tað nøkur teirra millum, sum tóku ímóti Honum. Ørindi 12 er av summum kallað fyri endurføðingarformilin, ið lýsir hina andaligu føðingina. Hetta ørindi ljóðar soleiðis sbrt. KJ ums.: “But as many as received him, to them gave he power to become the sons of God, even to them that believe on his name:”
Tað er ómøguligt at fara skeivur av Heilaga Andans raðfesting av hesum trimum sagnorðunum. (1) believe, (2) receive og (3) become. Hesi náðiríku sagnorðini staðfesta raðfestingina í sjálvari frelsutilgongdini. Og tey eru ein lívsneyðugur partur í hesi miskunnsomu frelsulíkningini, ið føðir menniskju av nýggjum omanífrá.
Í sambandi við andaligu endurføðingina, ið viðførir eitt nýtt og heilagt lív fyri Harran, er tað serliga tveir faktorar, ið ávirka hvør annan í endurføðingarformlinum í Jóh. 1, 12. Talan er um tann menniskjaliga faktorin og tann guddómliga faktorin, ið eru avgerandi faktorar í frelsuætlan Guds.
Mannagongdin er fylgjandi: Fyrst verður hitt náðiríka og kraftfulla evangelium Guds prædikað fyri øllum menniskjum. Harnæst bíðar Gud eftir eini støðutakan frá menniskjum. Hetta er okkara partur í líkningini. Og í triðja lagi ger Gud eitt undurverk, tá eitt menniskja (barn) verður føtt av nýggjum.
Á líknandi hátt sum við tí natúrligu føðingini, so mugu vit gera okkara part í tí andaligu føðingini. Men okkara partur er altíð eitt aftursvar (respons) uppá evangeliið. Antin taka vit ímóti Jesusi ella vraka vit Hann. Um vit eru lýðin (t.e. hoyrilig ella akta eftir) evangeliinum, tá ger Gud eitt undurverk í einum persóni, og nýggja gudsbarnalívið byrjar í honum. Um okkara partur (t.e. okkara persónliga støðutakan) endar við at vraka evangeliið, tá stendur Helviti fyri framman.
Tað fyrsta, sum vit mugu gera er, at trúgva á navn Jesusar. Tí navn Hansara er lykilin til frelsu Guds, ið er gáva Hansara til okkara. Gud gav Honum navnið Jesus, tí Hann skuldi frelsa fólk Sítt frá syndum teirra. At trúgva á navn Jesusar er, at trúgva á alt tað, sum signaða navn Hansara merkir og inniber. Tað er í høvuðsheitinum, at frelsa menniskju burturúr synd, dómi og ævigari glatan. Men Jesunavni inniber eisini hetta, at tú viðgongur, at út ert ein fortaptur syndari, ið hevur tørv á fyrigeving, frelsu og lívi frá Jesusi.
Tað er ein stórur og persónligur varði, at verða komin til tað punktið her í lívinum – har trúgvin á Jesus opinberast fyri tær, sum tað einasta haldgóða álitið um frelsu burturúr deyðiligu syndini. Men menniskjan er ein øgiliga blindur og illa villleiddur skapningur. Tí avdúkar Jóh. 1, 12 klárt og týðiliga fyri okkum, at bjargingin einans er møgulig fyri tey, sum taka ímóti Honum. Teimum gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara.
Sostatt er tað ikki nokk at trúgva ella vita, at Jesus er ein frelsari. Tú kemur ongan veg við, at hava hoyrt, at Jesus er heimsins frelsari. Nei, móttøka ella samtykki er eitt krav. Tí Jesus má blíva tín persónligi frelsari. Hetta kann gerast veruleiki fyri teg, um tú tekur ímóti Honum. Og tað stigið krevur tína persónligu støðutakan við, at bjóða Jesusi títt hjarta og lív. At Hann verður tín frelsara og eftirfylgjandi Harri í tínum nýggja lívi.
Samanumtikið lærir Jóh. 1, 12 okkum hetta, at tá vit taka ímóti og trúgva Honum verða vit børn Guds. Tí móttøka og trúgv eru tvey fyribrigdir av somu søk. Tað ber ikki til, at trúgva og ikki vilja taka ímóti Honum. Hinvegin, tað ber heldur ikki til, at taka ímóti Honum og ikki vilja trúgva á Hann.
“Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara.”
Kh. R. Ludvig.




