Hóast landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, longu tann 22 apríl visti, at eldraøki manglaði pening og at ógvusligar sparingar vóru settar í verk longu 1 januar 2013, valdi hon ikki at biða um meir pening á eykajáttanini, ið var løgd fram á ting 8 dagar seinni.
Hóast landstýriskvinnan í almannamálum,Annika Olsen, longu tann 22 apríl visti, at eldraøki manglaði pening og atógvusligar sparingar vóru settar í verk longu 1 januar 2013, valdi hon ikki atbiða um meir pening á eykajáttanini, ið var løgd fram á ting 8 dagar seinni.
Tað skuldu fleiri mótmælir til, ikkifyrr enn 200 starvsfólk og avvarðandi møttu upp í almannamálaráðnum, boygdisamgongan seg.
Halda fast við sparikósina
Nú síðsta dagin ið tingið var saman komein umbøn um eykajáttan á tingborð. Ein skuldi trúð, at so fór at verða biðiðum allan peningin, ið tørvur var á, men so var ikki. Landstýriskvinnan bað um4,1 millión hóast tørvurin er 6,2 milliónir. Hetta við ikki at útvega nøktandijáttan merkir í veruleikanum, at samgongan heldur fast við sparikósina og bertvil taka ringastu avleiðingarnar burtur, heldur enn at strika sparingarnar.
Vit skulu minnast til, at hetta erusparingar, ið leggja eitt ómenniskjansligt trýst á starvsfólkini íeldrarøktini. Fyri tey eldru er avleiðingin enn verri, tey vera útsett fyrieini sera óvirðiligari viðferð. Útreiðslur til mat, reingerð og náttarvakt vóruskerdar, hetta gongur beinleiðis útyvir røktina av teim eldru.
Heimatænastan er eisini illa sperd, mentann partin verður onki gjørt við. Umberingin fyri ikki at biða um neyðugapeningin til eldrarøktina er, at restin skal finnast við sparingum innanleiðslubygnaðin. Hetta, at minka um leiðslubygnaðin er harðliga tiltrongt.Trupulleikin er bert at ein tílík tilgongd ikki gevur sparingar her og nú, mená longri sikt.
Peningurin er tøkur
Andstøðan legði broytingaruppskot framum at játta allar 6,2 milliónirnar og vit vístu á, at til bar at finna peninginá kontuni fyri rentustuðul, tí útreiðslurnar til rentustuðul eru minni enn mettvar. Tað er sera harmiligt at hetta uppskotið fall. Tá ið upplýst er, at hettaer peningurin ið skal til og tá ið vísast kann á hvar peningurin kann finnast,so er ongin umbering fyri at fella broytingar uppskotið.
Ongin lønarframskriving í 2014
Tað er at fegnast um, at samgongan,hóast alt játtaði 4,1 millión til eldrarøktina. Men tað er neyðugt at finnaeina langsiktaða loysn á trupulleikarnir innan eldrarøktina. Samgongan hevurikki lagt upp fyri løn- og prísvøkstri fyri 2014 innan eldrarøktini, so neyðugtverður at finna henda peningin til fíggjarlógina í heyst. Vónandi verður ikkineyðugt hjá starvsfólki og avvarðandi aftur at rópa upp í heyst, um vantandijáttan. Skal ein varandi loysn finnast, er neyðugt at gera upp við sparikósinatí tað ber hvørki til at spara seg til vælferð ella vøkstur.
Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin




