Kavi í Klaksvík: Tummas Lervig sigur við Norðlýsið, at endaliga støða verðurtikin sunnumorgunin kl. 8, um dysturin verður spældur ella ikki.
– – Vit hava í samráð við dómara og FSF tikið avgerðum, at endalig støða verður tikin sunnumorgunin kl. 8, um dysturin verðurspældur. Eg var á vøllinum fyri løtu síðani og sum er í løtuni, so er als ikkispælandi. Tað verður eisini boðað frá køldum veðri komandi døgnið, somøguleikin er ikki so stórur fyri, at dysturin verður leiktur. Um dysturin ikkiverður leiktur, so leggja vit upp til at leika mikukvøldið ístaðin, sigurTummas Lervig.
Boðini vera løgd út á Norðlýsið tíðliga í morgin, umdysturin millum KÍ og EB/Streym verður leiktur ella ikki.




