Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takið at temja vindin

Tíðindaskriv

Nýtt sjónvarpsinnslag undir heitinum “500 tons tung undirstøði” er lagt á heimasíðuna hjá SEV. Talan er um 3. part í røðini um “Takið at temja vindin”.

Nýtt sjónvarpsinnslag undir heitinum “500 tons tung undirstøði” er lagt á heimasíðuna hjá SEV. Talan er um 3. part í røðini um “Takið at temja vindin”.

Sjónvarpsinnsløg úr Húsahaga verða javnan løgd út á heimasíðuna, so fjølmiðlar og almenningurin annars kunnu fylgja við í stóru verkætlanini í Húsahaga. Umframt tær 13 vindmyllurnar fevnir arbeiðið eisini um eina nýggja koplingarstøð og eina løðiskipan, ið verður ment fyri at kunna gagnnýta sum mest av vindi í elskipanini.


3. partur í røðini um “Takið at temja vindin”.

Betongbilar hava seinastu tíðina koyrt í pendulferð millum betongblandistøðina hjá Articon á Hjalla og Húsahaga, har arbeiðið er byrjað at stoypa 13 tung undirstøði, sum viga 500 tons hvørt, til vindmyllurnar. Tað er týska fyritøkan WKA, sum armerar og stoypir stóru fundamentini, ið sum eitt annað pendul tryggja at vindmyllurnar standa tryggar.

Triði partur um vindmyllulundina lýsir, hvussu tilsamans 6.500 tons av gróti, jarni og betongi verða fingin til høldar fyri at halda vindmyllunum í øllum veðri.

www.sev.fo