Sum 17 ára gamal var eg við fremsta liðnum hjá KÍ sum eykamálverji hjá Jógvan Linklett til dyst HB á gamla grúsvøllinum sum lá áleið har sum niðari vøllur liggur í dag. Jógvan breyt fingurin men tá hann hugdi uppa meg og sá hvussu hvítur unglingin gjørdist, avgørdi hann at spæla víðari við brotnum fingri.

Jú – hesin unglingin var ikki klárur til dyst í Gundadali og umráðandi er at teir leikarar sum í dag manna liðið í skal umboða Klaksvík í Gundadali eru hvør í sínum lagið til reiðar til dyst. Fótbóltur er bara soleiðis at liði sum er klárt sálarliga og likamsliga til dyst – vinnur.
Amerikanski generalurin, Norman Swartzkopf, sum leiddi sameindu deildirnar undir fyrra flógvakrígginum, var spurgdur um hvussu tað bar til at sigurin var vunnin eftir so stuttari tíð.
– Vit vóru til reiðar at berjast – men tað var fíggindin ikki, var stutta svarið.
Skal ein vinna Gundadal er neyðugt at spenna hvørja spong og verða klárur tá avgerandi løtan er –hvør einasti leikari má geva sjálvan seg og meira afturat – tá verður sigurin okkara.
Tann sum ikki er klárur at berjast ger betur um hann var sitandi heima við hús.
Koyr á KÍ!!!!