Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takk fyri í ár – síggjast í 2016

Danial Viðoy

Tólvti Summar Festivalurin er farin aftur um bak, og tað gjørdist enn ein stórsligin og hugnaligur festivalur við framúr góðum framførslum av føroyskum og útlendskum bólkum.

Tólvti Summar Festivalurin er farin aftur um bak, og tað gjørdist enn ein stórsligin og hugnaligur festivalur við framúr góðum framførslum av føroyskum og útlendskum bólkum.

Tað skrivar Summar Festivalurin.

Aftur í ár leitaðu sera nógv fólk sær á Summar Festivalin, og fyriskipararnir eru sera takksamir fyri stóru undirtøkuna, sum tiltakið framhaldandi fær.

Sum heild spældi festivalurin væl av, hóast neyðugt varð at gera broytingar leygardagin orsaka av illveðrinum.

Fyrireikararnir vilja takka øllum, sum hildu Summar Festival í Klaksvík, og vónandi síggjast vit aftur í 2016.

Summar Festivalurin 2016 verður hildin dagarnar 4.-6. august!

Harleyfacadeacryl