Líka so óhugaligt, sum tað var at hoyra umsitinginaí HSF í sjónvarpinum í gjár royna at steðga teirri týdningarmestu verkætlaninifyri innanduraítróttina í Havn í 30 ár, líka so hugaligt og fløvandi var tað at hoyra forkvinnuna í mentamálanevndini tala okkara sak – vegna eitt samt býráð.

Tað hevur verið ein stór avbjóðing seinastu nógvu árini at hýsa innanduraítróttini í miðstaðarøkininum. Feløgini hava verið noydd at spjattvirksemið um alla kommununa. Hetta hevur skapt stórar avbjóðingar hjá teimum umleið1.500 ungu og børnum, sum dagliga venja í miðstaðarøkinum. Tey vita snøgt sagt ikki, hvar tey hoyra heima.
Við uppíbygginginiav høllini á Hálsi fáa vit møguleikan at savna alt virksemið hjá feløgunum í Gundadali. Hetta fer at skapa trivnaðarkarmar og styrkja feløgini munandi. Tað sama er galdandi fyri útbyggingina av ítróttarhøllini á Argjahamri.Hesar verkætlanir eigatíat hava fremstu raðfesting.
Hinvegin fegnast vit sjálvandi um stóru verkætlanina við eini tjóðarhøll til landsliðsarbeiði, hýsing hjá ÍSF v.m., men er hetta er eftir okkara tykki ein marglætisavbjóðing í framtíðiniog hjálpir ikkiupp áokkara dagliga tørv á meiri venjingargólvi í Gundadali nú.
Vónandi fáa vit eina høll aftrat í Gundadali skjótt, eins og býráðið einmælt hevur samtykt.
Vinarliga
Neistin, Kyndil og Fleyr