Í jan/feb 2010 sendi eg umsókn inn til Fróðskaparsetur Føroya. Hevði hugsað meg um í nakrar mánaðir og var so komin til eina niðurstøðu. Eg fór at søkja inn til sjúkrarøktarfrøðing.
Eftir 11 ár sum arbeiðsmaður, kendi eg tað røttu tíðuna at skifta yrkisleið. So var bara at bíða heilt til juli mánaða, áðrenn eg fekk svar um upptøku.
Og lukkuvís varð eg upptikin. So stóð bara eftir at finna útav, hvussu hetta fór at hilnaðst. Hevði valt eitt sindur øðrvísi yrkisleið fyri mítt kyn, men sá eg eina meining í tí. Og rættiliga skjótt í útbúgvingini, fann eg útav at hetta var altso besta valið fyri meg.
Á skúlabonk
Áðrenn útbúgvingarbyrjan var ymiskt praktiskt, ið skuldi fáast á pláss. Fígging, tann týðningarmiklasti parturin, bøkur, arbeiði við síðuna av og ymiskt annað.
Lukkuvís hava vit í Skandinavien eina heilt fantastiska útbúgvingarskipan, har vit næstan fáa útbúgvingina ókeypis.
Studningur, hóast hann ikki er serliga stórur, ger neyðugan mun. Og møguleiki er at taka lestrarlán, sum eg so gjørdi.
Fekk arbeiði nokk so skjótt, var tað tó ikki lesnaðarrelevant. Tað kom seinni. Í endanum á fyrsta árinum fekk eg avloysarastarv á Tjarnagarði, ið eg hevði restina av lestrartíðina og eitt sindur aftaná lokna lesturin. Har lærdi eg beinavegin at praktisera tað ástøði lesturin gav mær. Tað hevur hjálpt mær, nú tá eg endiliga arbeiði, sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Ástøði er gott, men ger ikki so nógv uttan tað praktiska.
Útbúgvin er íløga, ikki rakstur!
Hyggja vit eftir fíggjarlógini, sæst at eg havi kostað landinum 100.000 kr um árið. Haraftrat skal takast studningur á kr 41.965 árliga við eisini.
T.v.s. eg undir útbúgving havi kostað landinum heili 600.000 kr. Tað er sjálvandi ikki smápeningur, og kann eg gleðast, at vit sum land hava valt at stuðla øll tey, ið útbúgva seg.
Eg hevði nokk ikki havt ein livandi kjans, fyri at sjálvur at gjalda heili 600.000 kr.
Hetta er eitt, ið ger at eg fegin gjaldi skatt.
Tí eg veit hvat peningurin fer til. At lyfta fólk upp, við at geva teimum serstakar førleikar og lyfta tey upp á eitt hægri lønarstøðið.
Hagtøl vísa at faklærd eru minni arbeiðsleys enn ófaklærd. Danir hava víst á at lívsinntøkan hjá faklærdum gerst væl størri.
Og tað merkir meira skattur til landið. So við at landið brúkar pening uppá útbúgving, fær tað peningin fleirfaldað aftur seinni, í hægri inntøkum hjá fólki.
Meira til útbúgving!
Síðani 2010 eru øll skikkaði tikin inn á miðnámsskúlar og hevur Fróðskaparsetrið tikið eini 200 lesandi inn á hvørjum ár.
At Setrið tekur inn á hvørjum árið, skuldi verið ein sjálvfylgja, men tað hevur tað ikki verið, so broytingina kunnu vit gleðast um.
Hagtøl í Føroyum vísa fyri árgangirnir 20-42 ár eitt undirskot millum 200-400 fólk per árgang. Nógv er tosað um hetta evni, so tað latið eg bara tala fyri seg. Átøk eru neyðug, tað vita vit.
Álitið um Fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013 vísur á at neyðugt er at brúka nógv meira pening uppá útbúgving. Hetta tí ung vilja útbúgva seg, og tað ynski hevur verið síðani kreppuna í 90unum.
T.d. varð mett í álitinum, at Setrið skuldi fáa 33 mill meira um árið fyri árini 2014-16. Hetta hevði givið fleiri útbúgvingartilboð og fleiri lesandi, og í síðsta enda færri , ið søktu sær til Danmarkar og aðra staðins út í heim.
So tað liggur ein stór avbjóðing fyri framman. Og sum flestum kunnugt hava landsins valdu ikki valt at fylgja álitinum ”Fólkaflyting og fólkavøkstur”, heilt fíggjarliga altso.
Hetta er ein katastrofa, tí Føroyar bløða framvegis ungdómin, ið er okkara hjartablóð, út.
Bara fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing hava eini 70 søkt árliga seinastu 3 árini, og sleppa tað bert 22 inn á eitt lestrarhold. Klárt er grundarlag fyri at taka 44 fólk inn, og tørvur er eisini á tí. Nærverkið staðfesti í 2009, at tørvur fór at verða á eini 400-600 nýggjum heilsustarvsfólkum fram til 2015. Men einki er tíanverri gjørt fyri at fáa fleiri starvsfólk, tvørturímóti, spart er.
Eg kann bert fegnast um at eg var so heppin at verða upptikin til sjúkrarøktarfrøðislestur.
Men veruleikin er, at tað eru fleiri, ið á hvørjum árið fáa noktandi svar, hóast tørvur er á teimum.
Mítt egna felag hevur víst á tørvin á fleiri sjúkrarøktarfrøðingum.
Tað er mítt ynski at enn fleiri kunnu kenna sama takksemi, eg havi til Føroya tjóð, fyri at veita mær hesa lívsbroytandi útbúgving.
Takk Føroyar, og lat okkum hjálpa víðari og meira á útbúgvingarøkinum.
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðingur




