Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Takk Inga, Charlotta og Lina

skulatrod.fo

Fríggjadagin var skipað fyri hugnaligari fráfaringarløtu fyri Ingu Jensen, Charlottu Thorsteinsson og Linu Magnussen, sum fyrr í ár høvdu teirra seinasta starvsdag á Skúlatrøð.

 

Umframt vøkur orð frá Vagn Foldbo, skúlastjóra, og Jórun Andreasen, forkvinnu í skúlastýrinum, fingu tær heilsanir frá lærarunum, sum Maria Isaksen og Marianna Skarðenni bóru teimum. 

Síðani fingu tær tríggjar orðið og millum annað takkaðu tær fyri árini tær hava starvast á Skúlatrøð og hugleiddu um lívið sum lærari – vøkur og vælvald orð. 

At enda sungu Steintór Rasmussen og Maria Ziska við fylgispæli av Heina Ziska Dahl tveir sangir, ið hóskaðu løtuni.

Við føgru næmingarøddunum í brotinum niðanfyri ynskir leiðslan og starvsfólk á Skúlatrøð Ingu, Charlottu og Linu alt tað fagrasta og vit takka fyri løturnar, sum mangir næmingar eisini eru takksamir fyri.