Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takksemið kann valla lýsast í orðum

SEV

Tøkkin fyri norðurlendsku náttuúru- og umhvørvisvirðislønina 2015 kann næstan ikki lýsast í orðum, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, tá hann saman við Hákuni Djurhuus, stjóra, tók ímóti virðislønini

Grøna kósin hjá SEV, vindmyllulundin í Húsahaga og nýggja battarískipanin vóru við til at vinna SEV náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015.

Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, segði, at orð neyvan kunnu lýsa tøkkina fyri virðislønina, og hann staðfesti í beinleiðis sjónvarpssending í Norðurlondum, at málið er, at Føroyar verða 100 prosent grønar í 2030.

Fleiri landsstýrisfólk og onnur umboð fyri Føroyar vóru til staðar, tá ið SEV fekk virðislønina. Teirra millum var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, sum er sera fegin um hesa norðurlendsku viðurkenningina av grønu kósini hjá SEV, ið landsstýrið eisini hevur felt niður í samgonguskjalið.

SÍGGJ VIDEO NIÐANFYRI: