Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takksom fyri tær mongu upplivingarnar

John William Joensen

– Eg havi tikið avgerð um at hetta er seinasti dysturin hjá mær í fremstu deildini, sigur flogbólts hetjan Marjun Kalsø

Eg gleði meg til at fylgja ungu leikarunum sum nú eru á veg fram og hóast eg gevist á landsliðnum og í meistaradeildini so ætli eg at royna at halda venjingarstøðið og á annan hátt at vera ein stuðul í felagnum.

Nógvar upplivingar
Spurd um serliga upplivingar, sigur Marjun Kalsø at sjávandi stendur fyrsta føroyameistarahetið frammalaga í minninum.
– Fyrstu ferð eg var við til at vinna Føroyameistaraheitið var nakað heilt serligt, og steypafinalan har vit vóru aftanfyri 2-0 móti Drátti men endaðu at vinna 3-2 í einum sera dramatiskum og spennandi dysti, var eisini ein heilt serlig uppliving.
– Á landsliðnum heva Oyggjaleikirnir altíð verið nakað serligt men annars er ilt at meta um hvørjar upplivingar eru tær stórstu tí eg havi fingið so ótrúliga nógv burtur úr Flogbóltinum.

Eina Ítróttarhøll afturat
Marjun Kalsø sigur at fyri flobóltin í Klaksvík er tað umráðandi at vit fáa eina ítróttarhøll afturat.
– Eg vil ikki siga at fimleikarhallirnar ikki eru egnaðar til flogbóltsvenjingar, men tað eru partar sum tú ikki fært vant í smáu fimleikarhøllunum, sum jú ikki eru størri enn ein vanligur flogbóltsvøllur.
– Her hugsi eg serliga um tann partin sum vit nevna álopsspæl, tí hesin parturin snýr seg m.a. um at taka støðu uttan fyri vøllin og tað er so ikki gjørligt at venja í eini fimleikarhøll.
– Tað er hart tiltrongt við eini ítróttarhøll afturat í Klaksvík tí verandi høll klárar ikki at hýsa feløgunum í býnum.

Umstøðurnar
Tað eru ikki bert tær fysisku ramurnar kring flogbóltin sum kundu verið betur, men tað eigur eisini at vera lagdur størri dentur á at menna dómarar.
– Tað er at fegnast um at tað eru fólk sum í dag ganga 100% upp í at døma og sum ikki eisini eru leikarar. Hetta er nakað sum vit mugu stuðla undir og fáa fleir dómarar sum burturav taka sær av døming.
– Í dag er tað framvegis feløgini sum seta dómarar og hetta eiga vit at koma burtur frá og eisini eiga vit at fáa linjudómarar til dystirnar.
– Flogbólturin hevur ment seg nógv og tí er tað ikki nøktandi at vit ikki hava linjudómarar at stuðla dómarunum í arbeiðinum at døma dystirnar.

Peningur og flogbóltur
Flogbóltsleikarar eru fyrst og fremst amatørar sum ikki fáa pening fyri at spæla.
– Tá tað gongur væl hjá einum felag er tað lættari at fáa sponsorar, men tað eru ikki nógvir pengar í flogbólti og tí fáa leikarar ikki pening fyri at spæla.
– Vit skulu gjalda leigu til ítróttarhallirnar fyri at spæla dystir, og tá áskoðarainntøkurnar ikki eru nógvar fer so at siga allur sponsorpeningurin til leigugjald og ferðaútreiðslur.
Útlendsku leikararnir fáa heldur ikki pening. Feløgini gjalda onkrar útreiðslur hjá teimum, men teir hava arbeiði og fáa tí ikki pening fyri at spæla flogbólt.
– Vit hava onkuntíð havt bonuskipanir fyri at vinna Steypakappingina og FM-heitið men felagið hevur ikki ráð til slíkar skipanir í løtuni.

Kvinnur og ítrótt
Hóast tað eru nógvir góðir kvinnuligir leikarar, so hevur hevur ein trupuleiki verið tann, at tá kvinnurnar gerast við barn so gevast tær við ítrótti í fremstu deildunum, men Marjun sigur at hetta er ikki ein trupuleiki í flogbólti.
– Nú er flogbóltur ikki ein “kontakt” ítrótt har tú kemur í samband við mótstøðuleikararnar og eg veit ikki um tað kanska hevur nakað at siga men eg kann bara staðfesta at stórur partur av flogbóltsleikarunum eru mammur og eiga fleiri børn.
– Eg haldi eisini at tær sum hava verið á landsliðnum taka flogbóltin ógvuliga seriøst og offra nógva tíð.
– Eitt nú vóru allar á liðnum hjá Drátti mammur við einum ella fleir børnum, so tað er eingin trupuleiki, men tað krevur sjálvandi at ein hevur stuðul heimanífrá.
– Um eg skal hyggja eftir mær sjálvari so valdi eg at arbeiða hálva tíð tá børnini vóru smá og tá eg hevði brúk fyri tí fekk eg stuðul bæði frá manninum og frá familjuni og tí var tað gjørligt hjá mær at halda fram við flogbóltinum.

Føroyskur flobóltur er á høgum støði
Marjun Kalsø heldur at føroyskur flogbóltur hevur nógvar spennandi avbjóðingar til ungu leikararnar.
– Hóast vit eru millum bestu liðini í oyggjaleikunum, so meti eg tað vera rætt at vit halda fast um luttøkuna á Oyggjaleikunum tí hetta er gagnligt fyri føroyskan flogbólt og tað er neyðugt at landsliðið fær so nógvar dystir sum gjørligt.
– Stórsta avbjóðingin er í EM undankappingini tí har er støðið væl hægri enn á oyggjaleikunum, men tá vit hyggja eftir avbjóðingunum hjá feløgunum so haldi eg at vit áttu at melda okkum upp í evropa cup.
– Um vit hyggja eftir heimligu kappingunum so haldi eg at kappingin millum feløgini er sterk og tað eru fleiri feløg sum kappast um fremstu plássini.
– Eisini er flogbólturin í dag meir álopskendur og liði leggja seg eftir at venja álops-spæl heldur enn tað meiri verjukenda sum vit kendu frá 80-unum.
– Tá hugt verður fram í tíðina haldi eg at vit eiga at gera eina fimm ára ætlan har vit seta okkum mál við eitt nú EM luttøkuni, soleiðis at vit koma longur.
– Vit skulu samstundis melda til Evropa Cup fyri lið soleiðis at baði steypavinnararnir og Meistararnir sleppa út í altjóða kappingar.
– Við hesum fáa vit størri avbjóðingar, og við hesum fleiri góðar flogbóltsleikarar sum ganga 100% upp í sína ítrótt.
– Fyri at siga tað stutt so snýr tað seg um ein livsstíl og um tú ætlar tær at verða ítróttarfólk so er tað ein lívsstílur sum m.a. inniber at ein stórur partur av frítíðini fer tí ítrótt. Tað inniber samstundis eisini at tú mást hava ein sunnan livihátt og á tí sosiala økinum er ítrótturin við at geva tær eitt sera gótt lívsinnihald og eg eri sera takksom fyri tey mongu vinfólkini eg havi fingið gjøgnum ítróttina, sigur Marjun Kalsø, sum tó framvegis verður virkin innan felagið hóast hon sum sagt ikki longur verður so nógv at síggja í fremstu deildunum.