Í viðmerking til kanningina hjá Fíggjarmálaráðnum av nógv umrødda skattamálinum, vísir TAKS aftur týdningarmiklan part av grundarlaginum, sum kanningarstjórin lýsir sum fakta í málinum. TAKS undirstrikar at grundarlag var ikki fyri at áleggja EIK BANKA sekt, tí bankin hevði latið TAKS allar allar faktuellar og viðkomandi upplýsingar, so TAKS kundi taka støðu til hvussu bankin skuldi setast í skatt

Eftir at hava lisið niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum hjá Fíggjarmálaráðnum, skrivar TAKS í telduposti til Fíggjarmálaráðið:
… Tá TAKS hevur mett um, hvørt talan er um sektarmál ella ikki, hevur TAKS lagt dent á, um skattgjaldarin hevur latið TAKS allar faktuellar upplýsingar um relevanta málið soleiðis at TAKS hevur møguleika fyri at taka støðu til, hvussu skattgjaldarin skal setast í skatt.
TAKS metti ikki at nakað grundarlag var fyri at áleggja EIK Banka nakra sekt, tí EIK banki hevði latið allar viðkomandi upplýsingar til TAKS, herundir roknskaparligir upplýsingar….