Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tala, sum Justinus Poulsen helt í gamla kirkjugarði í Klaksvík Allahalgannadag: Har sorgin um ævir er av

John William Joensen

Nú vit eru samlaði her við minnisvarðan at minnast teir, ið farnir eru á sjónum í hesum ári, hugsi eg um sálm 107 har tað stendur: Teir sum skip síni løgdu í hav og keypsferðir fóru um sjógvin – slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans.

Vit sum búgva í Føroyum og hava hav í suður og norð, eystur og vestur, kunnu taka undir við sálmi 107. Tað er neyðugt at sigla um havið. Tað veri seg keypsferðir og ikki minst til fiskiskap.
Ein sálmur í sálmabókini sigur soleiðis: Guð, bjarga tú fólki um firðir og høv, har mangir av okkara funnu sær grøv, til havs hava farið so fagur ein skari, hann hvílist har úti, men vaknar ein dag og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.
At missa ein av sínum kæru er altíð svárt. Sjálvur var eg 12 ára gamal tá ið vit mistu eitt systkinabarn sum var 19 ár, hann búði hjá okkum. Tveir aðrir ungir dreingir fórust eisini, teir fuku um á sundinum. Orðini sum presturin segði tá standa í Jesaja kap. 49 vers 16.
Sí í mína hond havi eg rist teg, ella sum tað stendur í norsku bíbliuni. Se, í begge mine hænder har jeg tegnet deg.
Tað vísur til tær naglamerktu hendur, ið eru okkara bjarging.
Eg fari at nevna eina heending eg las í siglingarsøguni. Tað var tá skip brúktu segl.
Ein slupp lá úti á Bardagrunni, hetta var í juni mánaða, hetta var í juni mánaða, tá hann brast á av landnorðingi. Her var einki at gera uttan at sleppa sær til lands, men meðan teir sigla inneftir kemur ein fransaskonnert framvið. Teir rópa í horninum plenty glas, nógvur ísur.
Eina løtu seinri kemur ein íslendari siglandi, við fullum seglum heilt nær framvið. Menninir stóðu fram við lunningini í oljuklæðum. Tað sum eg skilti av hesum var at kom hetta skipið ikki framvið, høvdu teir siglt á eitt ísfjall.
Teir komu so inn á Patriksfjørðin í øllum góðum. Har kom ein føroyingur ið æt Poul Niklái umborð og spurdi um teir høvdu sæð nakað skip. Jú, teir høvdu sæð eitt skip merkt BA 10, seglið var skoytt søgdu teir.
Hatta skipið gekk burtur fyri einum ári síðani, segði hann og seglið havi eg sjálvur seyma aftur.
So fari eg at siga frá eini aðrari hending. Tað var yviri í Noregi. Ein maður reisti seg upp á einum møti og sigur, hví livi eg, og so sigur hann frá hesi hending.
Vit vóru á útróðri tá hann brast á við stormi og vit fingu ein brotasjógv.
Eg varð burtur, tá eg vaknaði aftur var eg skolaður inn í ein annan bát.
Menninir á hesum bátinum vóru ókunnugir um hesar leiðir. Tá sigi eg við teir, eg eri kendur her, so eg stýrdi teimum bátin í havn.
Hetta var eitt undur at eg var bjargaður, og kundi hjálpa teimum so teir komu í havn.
Men tað vóru nógvir sum tann dagin fingu váta grøv. Vit skilja ikki alt.
Á Genesaret vatninum fingu lærusveinarnir illveður. Jesus sá teir og kom gangandi til teirra á vatninum.
Teir vóru bangnir at byrja við, men tá teir sóu at tað var Jesus, sigur Pætur. Harri er tað tú so bið meg koma til tín eftir vatninum, men hann segði kom.
Hetta er eisini ein innbjóðing til okkum at koma til Jesus, hvar vit eru stødd.
Um lítla stund Jóhs. 16.
Tankin um lítla stund vóru troystarorð til Jesu vinir. tá sorgin nívir og myrkt er um ein, tá eygað grætur og sálin leingist eftir einum morgni har eingi skýggj eru, minst til um lítla stund so kemur hann sum koma skal.
Tá sorgin og saknurin nívir og tú leingist eftir hinum kæru sum eru farin undan tær.
Tey eru skild frá tær eina lítla stund.
Tá syndin plágar teg og longsulin eftir at líkast Jesusi meira er átroðkandi, so gloym ikki at um lítla stund so ert tú heima. Tá skalt tú verða fullkomin, eins og Jesus er fullkomin, sameindir eins og dropin við havið.
Her geldur um at vaka eina lítla stund til Jesus kemur.
Guð gev okkum øllum tað landið at ná har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá. Tá hirðin sítt fylgi úr mold og úr bylgju skal savna, har sorgin um ævir er av tí deyður er deyðin, og horvið er hav.

Hetta seinasta árið eru hesir persónar sjólætnir:

Gudmund Isfeldt, Tórshavn, 65 ár,
fórst við bátinum
"Hella 7. januar 2004.

Jens K. Justinussen, Lorvík, 54 ár. Druknaði í Havn 7. februar 2004.

Hans Oluf Johannesen, Klaksvík, 50 ár. Doyði umborð á "Kvikki" 1. mars 2004.

Friður veri við minninum um teir.