Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talan sum Bjarni Djurholm, helt í samband við at arbeiði upp á Norðoyatunnilin er byrjað: – Koyrandi verður frá Gásadali til Viðareiðis

John William Joensen

– Við hesi verkætlan gera Norðoyggjar eitt skarvslop inn í framtíðina, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður m.a. í røðu sínari.

– Nú fyrsta skotið er latið av til undirsjóartunnilin undir Leirvíksfjørð, verður skjøtil settur á eina verkætlan, sum er av alstórum týdningi fyri menningina í Norðoyggjum, og sum verður ein fyrimunur fyri allar Føroyar.
Við hesi verkætlan gera Norðoyggjar eitt skarvslop inn í framtíðina.
Samferðslupolitiskt er verkætlanin eitt stórt stig á leiðini alsamt at binda oyggjarnar tættari saman. Tað er í veruleikanum ótrúligt at ímynda sær, at tá tunnilin væntandi verður tikin í nýtslu miðskeiðis í 2006, hava 85 % av føroyingum sínamillum vegasamband, hetta í einum landi, har fólkið er búsett á seytjan ymiskum oyggjum. Ja, koyrandi verður frá Gásadali til Viðareiðis.
Samfelagsbúskaparliga gevur verkætlanin eitt positivt íkast til føroyska samfelagið, og sostatt verður føroyskari samfelagið ríkari av at fremja hesa íløguna, hóast kostnaðurin á verkætlanini kann tykjast øgiligur.
Harumframt er verkætlanin eisini ein týðandi táttur í tí vinnupolitiska stavnhaldinum, sum eitt samt Løgting hevur tikið undir við, at føroysk virki í so stóran mun sum gjørligt skulu klára seg uttan studning í fríari altjóða kapping.
Skal ein frí kapping ikki føra til eina miðsavnan av virkseminum á ávísum støðum er tað ein fortreyt, at flutningsviðurskiftini eru so háttaði, at virki í útjaðaranum kunnu kappast á nakað teimum somu fortreytunum sum virki í miðstaðarøkinum.
Tá tunnilin verður tikin í nýtslu, eru Norðoyggjar ikki longur ein útjaðari, men ein partur av miðstaðarøkinum, eins og Vágoyggin gjørdist ein partur av miðstaðarøkinum, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu.
Hvør hevði fyri fáum árum síðani ímyndað sær, at virki í Vágum og í Norðoyggjum skuldi gerast náttúrligir kappingarneytar um viðskiftafólkini?
Eins og virki í Vágunum hava fyrireikað seg uppá kappingina frá virkjum í miðstaðarøkinum, er tí av alstórum týdningi, at virki og kommunur í Norðoyggjum longu nú fyrireika seg uppá kappingina, sum verður, tá Norðoyatunnilin verður tikin í nýtslu.
Ítøkiligu  ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar.
Undangongumaðurin var og er Jógvan við Keldu. Minnist tá hann í áttatiáru­num var forsprákari fyri hesi verkætlan. Eg helt hann tá vera í ørviti men nú 15- 20 ár seinni er hansara kongstanki veruleiki, og eg má ásanna, at eg gjørd­ist ein av hansara lærusveinum í hesum máli, tá avtornaði.
Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið, grundað á ætlanir, sum Heini Olsen, verkfrøðingur hjá LV hevði gjørt.
Á heysti í 2000 bað eg nevndina í Vágatunnilinum um at gera upprit um møguligt yndirsjóvarsamband undir Leirvíksfirði. Til jólar sama árið handaði nevndarfor­mað­ur­in so VMR eina skitsu yvir komandi sambandið.
Grundað á góðu royndirnar við Vágatunlinum varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at stovna partafelag at standa fyri føstum sambandi um Leirvíksfjørð eisini, og samtykti Løgtingið í desember 2001 at stovna partafelagið Norðoyatunnilin.
Landsstýrismaðurin stovnaði felagið, og var fyrsta uppgávan hjá felagnum at fyrireika verkætlanina.
Í mars 2002 samtykti Løgtingið so sjálva verklagslógina fyri Norðoyatunnilin, og gav sostatt grønt ljós fyri at fara undir arbeiðið.
Í dag eru vit so øll savnað at hátíðarhalda, at nú verður farið undir Leirvíksfjørð og at eitt avgerandi stig er tikið inn í framtíðina.
At enda vil eg takka Løgtinginum fyri breiðu undirtøkuna og fyri neyðugu játtanina.
Eisini vil eg takka nevndini í Norðoyatunlinum fyri fyrireikandi arbeiðið higartil: Bergur í Garði, nevndarformaður, Bjarni Bjarnason, Oyvindur Brimnes, Heri Hammer, Jens Kári Vilhelm. Og stjóranum Dávur Reinert Hansen. Landsverkfrøðingsstovninum verður takkað fyri forkanningar, fyrireikingar og góðkenning av verkætlanini.
Somuleioðis skal eg takka Íløgugrunnurin fyri Føroyar fyri fíggingina, eins og ráðgevum, ið hava verið við til at fyrireika verkætlanina.
Bæði Klaksvíkar og Leirvíkar kommunur hava viðvirka positivt og konstruktivt í fyrireikingini, og skulu kommunurnar hava tøkk fyri tað.
Serstakliga hevur Leirvíkar Kommuna, og ikki minst borgarstjórin í kommununi, víst hógv og hegni, tá um truplu vegføringin í bygdini ræður. Tað skulu tey hava tøkk fyri.
Harafturat fari eg at ynskja øllum pørtum góða eydnu við arbeiðinum framyvir, og vóni at samstarvið millum partafelag, entreprenørar og eftirlitið verður gott, so at vit tá av tornar fáa ein dygdartunnil, sum kann vera til gagns hjá Norðoyingum og føroyingum í framtíðini.

At enda fari eg at ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signað nýggjár.