Í samband við útgávu av nýggja familjuspælinum TALENT verður boðið til samkomu í býráðshøllini í Klaksvík, har talentirnar fáa frítt spæl.
Talan er um eitt nýskapandi, læruríkt og undirhaldandi brettspæl, har hin klóki, hin snildi og hin hepni skulu loysa ymiskar uppgávur og svara góðum spurningum.
Hugskotið við TALENT er at skapa hugnaliga samveru og samstundis kveikja áhugan fyri egnum landi og umheiminum. Spælið er ein spennandi møguleiki hjá øllum barnsligum vaksnum og vaksnum børnum at royna sínar gávur innan tekning, alvitan, list, evning, nær og fjar og tankar.
Tað eru tvær familjur í Klaksvík, saman við øðrum gávuríkum fólkum, sum hava arbeitt við hugskotinum, ið loksins er veruleiki.
Móttøka við sangi, tónleiki og framløga av sjálvum spælinum verður mikudagin klokkan 16 í býráðshøllini í Klaksvík.




