Ferðslutøl fyri Norðoyatunnilin vísa, at 2.463 bilar koyrdu í meðal gjøgnum tunnilin um døgnið í 2015. Hetta eru 153 bilar fleiri enn árið fyri.
Í Vágatunlinum vísa tølini, at 1.865 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin í meðal um døgnið í 2015, tað eru 40 bilar fleiri enn árið fyri.
Hetta stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum tunnilsfeløgini hava sent út í morgun í sambandi við, at feløgini hava havt aðalfund.
Ikki kann sigast annað enn, at hesi tølini vísa hvønn týdning tunlarnir hava havt fyri samferðsluna í Føroyum.
Ferðslutøl hjá Strandfaraskipum Landsins vísa, at í 2005 førdi Dúgvan í meðal 342 bilar um døgnið um Leirvíksfjørð og í 2001 førdi Sam 262 bilar um Vestmannasund um døgnið. Hetta merkir at ferðslan á báðum leiðunum er meira enn sjeyfaldað síðani tunlarnir komu.
Um sama tal av bilum sum nú koyrir gjøgnum tunlarnar skuldi verið ført við skipunum sum sigldu áðrenn tunlarnir komu, so skuldi Dúgvan siglt umleið 70 túrar um døgnið og Sam skuldi siglt 110 túrar um døgnið.
Roknskapirnir vísa avlop
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum vísir eitt avlop á 4,8 mió. krónur í 2015, sum er 3,6 mió. krónur meira enn í 2014. P/F Vágatunnilin hevði 0,3 mió. krónur í avlopi í 2015, sum er 3,4 mió. krónur minni enn tað var í 2014.
Nevndirnar í báðum tunnilsfeløgunum vórðu afturvaldar á aðalfundunum.




