Hagtøl: Talið av hjúnabandsskilnaðum bara økist. Tað tykist at talið av kvettum hjúnarbondum ikki hevur hug at lækka, men at vaksa munandi. Tað vísa nýggjastu donsku hagtølini. 20 prosent fleiri hjúnabandsskilnaðir í fjør í mun til fyrrárið. – Nú er eisini lættari skiljast.

Danmark: Í 2013 fóru 36.449 persónar við danskari adressu frá hvørjum øðrum. Tað er ein vøkstur upp á 20 prosent í mun til 2012, tá ið 30.292 persónar fóru frá hvørjum øðrum. Hetta er tað størsta talið í átta ár.
Gongdin er tann sama í øllum Evropa, sigur granskari hjá ”Institut for Fremtidsforskning”, Klaus Æ. Mogensen.
– Ein av orsøkunum til stóra talið av brotnum hjúnabondum er, at hjúnabandið ikki longur er ein so sterkur felagsskapur sum fyrr. Eisini at tað ikki longur er nøkur stór skomm at skiljast. Harafturat fáa nógv pør fá ella eingi børn, og skiftisbørn gerast alt meiri vanlig, fortelur Klaus Æ. Mogensen.
Síðani 1. juli 2013 hevur tað í Danmark verið møguligt at skiljast á alnótini. Hetta verður gjørt í gjøgnum tað sokallaða ”Nem-ID”, ið kann sigast at vera eitt elektroniskt persónstal. Við hesum ber til at sleppa undan seksmánaða sundurlesingartíðini við parterapi o.ø. – Nú ber tað til at klikkja seg leysan frá makanum, kunnu vit siga.
Hetta er, sambært samstarvsleiðararnum í ”Danmarks Statistik”, Carsten Ulrik Zangenberg, ein av høvuðsorsøkunum til økta talið av hjúnaskilnaðum í 2013.
Í fjør vórðu annars 51.358 túsund danskarar giftir. Tað er ein lækkan upp á 4 prosent samanborið við 2012.
Kelda: Jyllands-Posten