Løgtingi hevur i dag samtykt bankapakka II.
Sostatt hevur løgtingi gjørt tað, sum í núverðandi støðu kann gerast, fyri at fáa støðug viðurskifti innan okkara fíggjarkervi.
Tað sum stendur eftir, er at viðgerða og taka støðu til, um onnur tiltøk eru neyðug fyri at steðga niðurgongdini í búskapinum, og hvørji tiltøk talan kann verða um.
Javnaðarflokkurin hevur tað støðu, at hetta er ein spurningur, ið tað er sera átroðkandi at viðgera. Vit mugu ikki loypa framav, men fáa greiðu á hvør er trupuleikin, hvussu skal hann loysast og nær er rætta løtan.
Búskaparstøðan
Vit hava ávísar trupuleikar í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landið. Kósavirkið er stongt, onnur virkir hava trupuleikar við útflutningstrygdini. Avreiðingarvirðið í 2008 var tað minsta í 10 ár. Arbeiðsloysið er vaksandi, kommununnar gera færri íløgur og spurningurin er, hvussu stóran virknað íløguætlanin hjá landinum, ferð at fáa á búskapin.
Hesi viðurskifti, meta vit, ger tað neyðugt at fara undir eina tilgongd, har støða verður tikin til, um vit politiskt eiga at seta nøkur eyka tiltøk í verk, fyri at forða fyri at samfelagshjólini fara ov langt niður í ferð, ella steðga heilt upp.
Íløgurnar á fíggjarlógini
Samtykta íløguætlanin á fíggjarlógini fyri 2009 er 234 mió. Hetta er ikki nakað stórt tal. Avgerðandi spurningurin er, um hesir pengar viðføra eitt virksemið kring landið, ið kann mótvirka niðurgongdina í búskapinum.
Av hesum íløgum eru góðar 92,5 mió settar av til vegir, havnir og tunlar. Spurningurin er, hvussu stórur partur av hesi upphædd útloysir arbeiði av týdningi í ár, tí verkætlanninar ikki eru klárar at seta í verk. Eisini innan onnur øki er peningur settur av til verkætlannir, ið neyvan byrja í ár.
Hvat kan gerast fyri at byrgja upp fyri arbeiðsloysi.
Verður komið til tað niðurstøðu, at tiltøk mugu fremjast, fyri at fyribyrgja ov stórum arbeiðsloysi, er alneyðugt at tað vera tey røttu tiltøkini, ið verða framd.
Javnaðarflokkurin metir, at í minsta lagi hesar meginreglur, skulu havast í huga, tá ið støða skal takast til møgulig tiltøk:
íløgur ið kunnu geva vinnuligan vøkstur av sær.
Íløgur ið verja umhvørvið
Íløgur ið nøkta ein verðuligan tørv
íløgur ið framtíðartryggja samfelagi
Tiltøk ið kunnu fremjast.
Vit eiga at endurskoða, og møguliga hækka, íløguætlænina hjá landinum.
Vit kundu framskunda íløgur, ið skapa forteytir fyri gransking, sum eitt nú ílegusavnið. Henda íløga skapar eisini fortreytir fyri vinnugransking, ið kundi kasta nakað av sær.
Vit kundu sett pening av í bjálvingargrunnin, so eisini sethús kunnu vera bjálvaði betur og broytt lógina so hon umfatar øll sethús.
Vit kundu økt játtanina til bygging av røktarheimum og nøkta tørvin skjótari enn í dag.
Vit kundu skapt møguleikar fyri umskúling/eftirútbúgving av arbeiðsfólki. Til dømis lagt dent á, at nøkta tørvin av røktarstarvsfólki, ið bara økist komandi árini.
Soleiðis eiga vit, innan ein størri niðurgongd í búskapinum verður verðuleiki, leggja okkum eftir at gera nakað við hesa gongd, og byrgja upp fyri niðurgongdini í búskapinum.
Javnaðarflokkurin er til reiðar at fara undir hesa tilgongd.
Eyðgunn Samuelsen,løgtingskvinna




