Klaksvík 1 vann sunnudagin 3½-½ á Sandavágs Talvfelag og tók seg harvið ½ stig inn á oddaliðið í 1. deild, Vestmanna 1, sum vann 3-1 á næst besta liðnum úr Klaksvík.
Ósáskúlin var sunnudagin karmur um fleiri talvdystir í liðkappingini, harav tveir vóru oddadystir í bestu talvdeildini, 1. deild.
Vestmanna 1 lá undan vikuskiftinum á odda, 3 stig framman fyri næsta liðið, sum er Klaksvík 1, og bæði hesi liðini telvaðu í Ósáskúlanum, har Klaksvík 1 hevði heimadyst móti Sandavági, meðan Klaksvík 2 tók ímóti Vestmanna 1.
Og tá av tornaði, høvdu bæði oddaliðini vunnið, tó fekk Klaksvík ein eitt sindur størri sigur í hús, soleiðis at munurin í oddanum tódnaði við ½ stigi, nú tað bert eru 2 umfør eftir at telva – tað fyrsta verður komandi vikuskifti, og síðan verður endaumfarið tann 26. apríl, tá ið hesi bæði fremstu liðini bresta saman í einum dysti, sum líkist einari finalu.
Heini Olsen
slóðaði fyri
Sunnudagin var Heini Olsen aftur at síggja á besta liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag, og sigast má, at hann byrjaði við einum braki, tí longu eftir 16 leikir hevði mótstøðumaður hansara, Olaf Berg, lagt kongin, harvið var 1-0 til Klaksvík 1.
Eisini Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang vunnu síni talv ímóti ávíkavist Rógva Egilstoft Nielsen og Jón Gregersen, meðan Steintór Rasmussen og Torkil Nielsen telvaðu javnt.
Sostatt gjørdist úrslitið av hesum dystinum 3½-½ til Klaksvík 1.
Wille og Rógvi tóku
stig frá oddaliðnum
Tað var sjálvandi væntandi, at næst besta Klaksvíkarliðið, Klaksvík 2, fór at lúta fyri oddaliðnum, Vestmanna 1, men tað skuldi tó vísa seg, at oddaliðið ikki fekk fulla úrtøku úr hesum dystinum.
John Rødgaard vann á Rana Nolsøe, og tað sama gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen á Terja Petersen, og harvið høvdu vestmenningar tryggjað sær eina 2-0 leiðslu.
Vitjandi oddaliðið fekk tó ikki fleiri sigrar hendan dagin. Wille Olsen og Martin Brekká telvaðu javnt, og býttu harvið stigið sínamillum, og tað sama hendi í talvinum millum Rógva Dragaberg og Samson Højgaard, sum vóru teir, ið sótu longst í hesum dystinum.
Sostatt vann Vestmanna 1 hendan dystin 3-1 á Klaksvík 2.
Triði dysturin hetta umfarið var í Havn, har Havnin vann 4-0 á Vestmanna 2, sum er botnlið í 1. deild.
Støðan í 1. deild er nú henda:
1) Vestmanna 1 26,5 stig
2) Klaksvík 1 24,0 stig
3) Sandavágur 16,5 stig
4) Havnin 15,5 stig
5) Klaksvík 2 9,0 stig
6) Vestmanna 2 4,5 stig
Úrslitini í 8. umfari í 1. deild:
Klaksvík 1 – Sandavágur 3½ – ½
Olsen Heini – Berg Olaf 1 – 0
Rasmussen Steintór – Nielsen Torkil ½ – ½
Simonsen Ólavur – Nielsen Rógvi Egilstoft 1 – 0
Vang Finnbjørn – Gregersen Jón 1 – 0
Klaksvík 2 – Vestmanna 1 1 – 3
Nolsøe Rani – Rødgaard John 0 – 1
Petersen Terji – Samuelsen Carl E. N. 0 – 1
Olsen Wille – Brekká Martin ½ – ½
Dragaberg Rógvi – Højgaard Samson ½ – ½
Havnin – Vestmanna 2 4 – 0
Poulsen Martin – Jacobsen John 1 – 0
Ziska Helgi D. – Durhuus Kári O. 1 – 0
Hansen Herluf – Jóanesarson Martin 1 – 0
Jógvansson Hjalti T. – Hansen Rógvi 1 – 0
Komandi umfar í 1. deild (13/4-08):
Havnin – Klaksvík 1
Vestmanna 2 – Klaksvík 2
Vestmanna 1 – Sandávágur




