Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-FM er sera spennandi: Umdystur um føroyameistaraheitið millum Ólav Simonsen, Martin Poulsen og Flóvan Tór Næs

(
John Færø)

Spenningurin er øgiligur nú á seinasta leikdegi í Atlantic Airways Cup føroyameistarakappingini, har tríggir føroyingar endaðu javnir í oddanum. Ólavur Simonsen og Martin Poulsen býttu stigið sínamillum, samstundis sum Flóvin Tór Næs sera óvæntað basti íslendska altjóða meistaranum Sævari og harvið vann seg upp á líka nógv stig sum Ólavur og Martin.

Annars hevði kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen eisini møguleikan at vinna FM, um hann vann á Carl Eli Nolsøe Samuelsen, men Carl Eli gjørdi bart og vann á Hans Kristiani, sum tí ikki er við í umdystinum.

Sum skilst verður umdysturin longu í dag – meir um tað seinni.