Eftir at Ólavur í dag (mikudagin) mátti lúta fyri oddamanninum í landsliðsbólkinum, IM Kim Pilgaard, liggur hann nú sum nr. 2 av føroyingunum við 3½ stigi saman við Hans Kr. Simonsen og Eyðuni Nolsøe, sum í dag fekk remis ímóti fremsta føroyinginum, Martini Poulsen, sum hevur 4 stig.
Oddastøðan millum føroyingarnar í landsliðsbólkinum, nú 4 umfør resta:
Nr. 1 er Martin Poulsen við 4 stigum.
Nr. 2 eru Ólavur Simonsen, Hans Kr. Simonsen og Eyðun Nolsøe, sum allir hava 3½ stig
Nr. 3 eru Heini Olsen og Flóvin Tór Næs við 3 stigum í part.
Fremstur í samlaðu kappingini eru danin IM Kim Pilgaard, sum í morgin hevur hvíta fólki ímóti Hans Kristiani Simonsen, samstundis sum nr. 2, John Shaw, hevur svarta fólkið ímóti Eyðun Nolsøe.
Fremsti føroyingurin í løtuni, Martin Poulsen, fær eisini ein harðan dyst í morgin ímóti íslendinginum Saevari Bjarnason, ið liggur sum nr. 2 saman við John Shaw.
Av oddamonnunum hevur Ólavur Simonsen tann á pappírinum lættasta dystin. Hann skal í morgin sita yvir av Torbirni Thomsen, sum hevur hvíta fólkið.
Heini Olsen skal í morgin telva ímóti Cal Eli Nolsøe Samuelsen.




