Samstundis sum Rani Baldursson heldur fast um oddastøðu sína í unglingabólkinum saman við Sjúrði Thorsteinsson, er yngri beiggi Rana, Danny Baldursson, í løtuni á einum lutaðum 3. plássi.
Við sigri í dag (mikudagin) á einum av sínum harðastu kappingarneytum, Rógva Mortensen, heldur Rani Baldursson fast um oddastøðu sína í unglingabólkinum, har hann við 4½ stigi er fremstur saman við Sjúrði Thorsteinsson.
Samstundis er tað áhugavert, at yngri beiggin hjá Rana, sum eitur Danny Baldursson, í løtuni liggur á einum lutaðum 3. plássi saman við Margeiri Berg.
Nú 5 umfør eru telvaði, og 3 umfør eru eftir, er støðan millum teir fremstu í kappingini henda:
Nr. 1-2) Rani Baldursson 4½ stig
Nr. 1-2) Sjúrður Thorsteinsson 4½ stig
Nr. 3-4) Danny Baldursson 4 stig
Nr. 3-4) Margeir Berg 4 stig
Millum telvararnar, sum liggja og lúra beint aftan fyri teir omanfyrinevndu við 3½ stigum, eru klaksvíkingarnir Rógvi Dragaberg og einasta gentan, sum luttekur í kappingini, Herborg Hansen.




