Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-FM, unglingabólkurin: Rógvi Dragaberg remis ímóti Rana Baldursson – spenningurin varðveittur

(
John Færø)

Tað eydnaðist ikki Rana Baldursson í dag (fríggjadag) at leggja seg einsamallan á odda í FM-kappingini í unglingabólkinum. Hann og Rógvi Dragaberg sótu í drúgvum talvi, har tað eydnaðist yngra Dragaberg beiggjanum at halda remis.

Áðrenn dysturin millum Rógva Dragaberg og Rana var av, hevði Rógvi Mortensen úr  Havn fingið javnleik ímóti Thorsteinsson av Tvøroyri, sum er javnur í stigum við Rana Baldursson á fyrstaplássinum.

Ein sigur til Rana í dag hevði tí givið honum einsamøllum fyrstaplássið, men sum nevnt, so endaði talvið við remis (javnleiki), og tí eru Thorsteinsson og Baldursson framvegis javnir á 1. plássi, nú bert eitt umfar er eftir at telva.
Tað verður í morgin (leygardagin).

Drív á, Rani !!