Við gullmerkjum til Rana Baldursson og Rógva Dragaberg og bronsu til Magnus Dánjalsson vóru teir yngru telvararnir úr Klaksvíkar Talvfelag eisini við í fremstu røð á fyrstu almennu føroysku einstaklingakappingini, sum var í Ósáskúlanum næst seinasta leygardag.
Samanlagt 56 telvarar í aldrinum 9-16 ár settust næst seinasta leygardag á middegi við talvborðini í Skúlanum í Ósánna, har Talvsamband Føroya fyri óiva fyrstu ferð skipaði fyri eini einstaklingakapping í talvi fyri børn og ung, sum Klaksvíkar Talvfelag fekk til uppgávu at vera vertur fyri.
Fyrsta av fleiri
úttøkukappingum.
Sum nevnt í blaðnum í síðstu viku var henda kappingin tann fyrsta úttøkukappingin, sum Talvsambandið hevur samtykt at skipa fyri, í sambandi við at Føroyar komandi ár verða vertur fyri norðurlandameistarakappingini í talvi fyri børn og ung
Hetta er ein liður í politikki Talvsambandsins, sum hevur sett sær fyri at gera nakað fyri telvingina millum tey ungu og børnini, og nú er av álvara farið at nærkast til norðurlandameistarakappingina, stytt NM, fyri ung og børn, sum komandi ár verður í Føroyum.
2 føroyingar við
í hvørjum bólki.
NM fevnir sum skilst um íalt 5 aldursbólkar, og verða Føroyar umboðaðar við 2 telvarum í hvørjum bólki.
Bólkarnir eru hesir:
A árg. 1984-85 (17-18 ár)
B árg. 1986-87(15-16 ár)
C árg. 1988-89 (13-14 ár)
D árg. 1990-91 (11-12 ár)
E árg. 1992- ( -10 ár)
Ongin úttøkukapping var tó í tí elsta bólkinum (bólki A). Møguliga kemst hetta óiva av, at vit har hava tveir rættiliga eyðsýndar telvarar, sum báðir vóru við føroyska OL-landsliðnum í Slovenia. Talan er um Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen.
Rani Baldursson
kom sterkt aftur.
Einasti bólkurin, har meginparturin av telvarunum frammanundan høvdu eitt styrkistal (ratingtal), var í bólki B, har luttakararnir eru føddir í 1988 og 89 tvs. teir eru 15-16 ára gamlir.
Her varð frammanundan roknað við, at Rani Baldursson var favorittur, við tað at hann hevði tað hægsta styrkistalið av teimum luttakandi.
Rani fekk tó eina sera ringa byrjan, við tað at hann tapti bæði tað fyrsta og tað næsta talvið.
Tað stóð tí sera illa til hjá honum hesa løtuna, men eftir hetta reisti hann seg sum ein maður og vann allar írestandi dystirnar og harvið eisini kappingina.
Olaf Berg helst
sjálvskrivaður.
Í hesum bólki (B) er eisini ein sera sterkur telvari, sum ikki var víð í kappingini í Ósáskúlanum, nevniliga Olaf Berg, sum helst er sjálvskrivaður til annað av teimum báðum plássunum hjá hesum aldursbólki í NM.
Spurningurin er so, um Rani Baldursson verður hitt umboðið. Hann hevur í øllum førum góðar møguleikar.




