Um vikuskiftið var næst síðsta Grand Prix kappingin 2007/08, VT OPEN, sum Olaf Berg úr Sandavágs Talvfelag vann og harvið otaði seg fram um Ólav Simonsen úr Kl. Talvfelag, sum nú er nr. 2 í samlaðu støðuni.
Olaf Berg, úr Sandavágs Talvfelag, gjørdi enn einaferð bart, tá VT OPEN 2008 varð telvað um vikuskiftið. Eftir at 5 umfør vóru telvaði, lá Olaf einsamallur í oddinum við 4½ stigi.
www.faroechess.com skrivar m.a., at hann á leiðini vann á Torkili Nielsen og telvdi javnt móti Finnbjørn Vang – argastu kappingarneytarnar í Grand Prix oddinum.
Sigurin hjá Olafi inniber, at hann streyk fram við Ólavi Simonsen, sum higartil hevur havt oddasessin í Grand Prix 07/08.
Nú bert finalan er eftir at telva, er greitt, at gullstríðið verður ein kapping millum Olaf Berg, Ólav Simonsen og Torkil Nielsen, meðan Finnbjørn Vang gerst ov stuttur til samlaðan sigur.
Verða 5 tær bestu kappingarnar viðroknaðar, er støðan í oddinum henda:
1. Olaf Berg (28,3)
2. Óavur Simonsen (25,3)
3. Torkil Nielsen (24,1)
4. Finnbjørn Vang (19,8)
Next-Stop á Grand Prix ferðini er tann níggjunda og seinasta kappingin, nevniliga sjálv Grand Prix finalan tann 3. mai 2008, sum er ein kvik-kapping yvir 9 umfør.
Munurin millum Olaf og Ólav upp á 3 stig ljóðar kanska av nógvum, men um Ólavur vinnur finaluna, og Olaf gerst nr. 3, so er javnstøða og umdystur.
Sum skilst á talvkønum er ein kvik-kapping yvir 9 umfør av slíkum slag, at tá kann alt henda, og teir siga tí, at hetta framvegis er sera opið, hvør tað verður, sum strýkur avstað við gullinum og bestu virðislønini.




