Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv Grand Prix 2007/08: Ólavur Simonsen vann silvur í Grand Prix ’08

Norðlýsið ÍTROTTUR

Leingi lá klaksvíkingurin Ólavur Simonsen fremstur í samlaðu støðuni í Grand Prix kappingini, men nú allar 9 kappingarnar eru loknar, endaði Olaf Berg úr Sandavágs Talvfelag fremstur.

Eftir at seinasti leikur var leiktur í drúgvu Grand Prix kappingini 2007/08, sum fevndi um heili 9 kappingar samanlagt, var Olaf Berg, úr Sandavágs Talvfelag, samanumtikið, sera tryggur sigursharri.

Olaf vann kappingina við 34,3 stigum, meðan Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag gjørdist nr. 2 við 29,3 stigum. Torkil Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, bleiv nr. 3 við 26,3 stigum.

Nummar fýra í samlaðu støðuni gjørdist Finnbjørn Vang úr Klaksvík, sum eins og Ólavur hevði eina sterka byrjan í Grand Prix og lá til eitt heiðursmerkjapláss, men hann endaði tó sum nr. 4, sum eisini er eitt gott úrslit.

Kappingina um Grand-prix styrkisvirðislønirnar vunnu:
1. virðisløn – Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági
2. virðisløn – Jónfinn Thomsen, úr Sandavági
3. virðisløn – Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági
4. virðisløn – Johan Hentze, úr Havnar Telvingarfelag

Sostatt gjørdist Sandavágs Talvfelag tann heilt stóri sigursharrin. Felagið gjørdi eitt satt hál, nú teir vunnu 5 av 7 møguligum plaseringum ! At Nielsen-feðgarnir eiga 3 av hesum, ger ikki úrslitið minni merkisvert.
 
Undan finaluni, sum varð telvað leygardagin í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag, hevði Olaf eina leiðslu uppá 3 stig til argasta kappingarneytan Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum lá í oddinum meginpartin av Grand Prix kappingini.
Men Olaf Berg var ósvitaliga tryggur í finaluumfarinum og økti um leiðsluna við 2 stigum. 

22 telvarar møttu til finaluna – harímillum, á fyrsta sinni, IM Helgi Dam Ziska – og eftir at 9 umfør vórðu telvað, endaðu Olaf og Helgi javnir í oddinum við 7½ stigi, meðan Ólavur Simonsen gjørdist nr. 3 við 7 stigum. Innanhýsis talvið ímillum Olaf og Helga endaði við javnleiki.
 
Styrkisvirðislønirnar vunnu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Heiðrikur T. Jacobsen, báðir úr Havnar Telvingarfelag og Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Endastøðan í GRAND PRIX 2007/08:

1)  Olaf Berg              34,30 stig
2)  Ólavur Simonsen  29,30 stig
3)  Torkil Nielsen       26,30 stig
4)  Finnbjørn Vang     20,10 stig
5)  Herluf Hansen       12,30 stig

(Kelda: www.faroechess.com)