Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin: Bert trý umfør eru eftir í liðkappingunum í talvi

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin 22/2 verður trið seinasta umfar í liðkappingini í talvi, og harvið byrjar endaspurturin, nú Klaksvík 1 liggur á odda í 1. deild við 18 stigum, meðan Havnin 1 og Sandavágur 1 hava 16 stig hvørt.

Tey trý írestandi umførini í 1. deild eru hesi:

8. umfar: 22/2-2009 kl. 14:00
Havnin 2 – Vestmanna 1
Havnin 1 – Klaksvík 2
Sandavágur 1 – Klaksvík 1 (útsettur til 1/3 kl. 14:00)

9. umfari: 15/3-2009 kl. 14:00
Sandavágur 1 – Havnin 2
Klaksvík 1 – Havnin 1
Klaksvík 2 – Vestmanna 1

10. umfar: 28/3-2009 kl. 12:00
Havnin 2 – Klaksvík 2
Vestmanna 1 – Klaksvík 1
Havnin 1 – Sandavágur 1

Sostatt eru nógvir sera spennandi dystir á skránni hesi komandi og avgerandi umførini, bæði í oddi og botni, har støðan er ógvuliga jøvn í løtuni.

Støðan í 1. deild er henda:
1) Klaksvík 1           18,0 stig
2) Havnin 1             16,0 stig
3) Sandavágur 1     16,0 stig
4) Vestmanna 1      12,5 stig
5) Klaksvík 2           10,5 stig
6) Havnin 2             10,0 stig