Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin í 1. deild: Oddaliðið ‘KTF 1’ tapti fyri Torkil Nielsen & co

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin vann Sandavágs Talvfelag 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag.

Eftir sigrar í fyrstu 2 umførunum lá Klaksvík 1 á odda í 1. deild, men sunnudagin vann Sandavágur 3-1 á teimum í Klaksvík.

Tað gekst ikki júst um ætlað, og neyvan heldur sum væntað, hjá oddaliðnum í 1. deild, Klaksvík 1, sunnudagin í Skákinum, har Sandavágur var á vitjan.

Vikuskiftið frammanundan hevði hitt 1. deilarliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, Klaksvík 2, verið á vitjan í Sandavági og har vunnu heili 3-1.

Út frá tí úrslitinum kundi ein kanska rokna við einum hampuligum úrsliti fyri Klaksvík 1 hetta vikuskiftið, men soleiðis skuldi tað ikki vísa seg at ganga.

Støðan í 1. deild áðrenn dystirnar sunnudagin var henda:

1) Klaksvík 1          2 dystir     6,5 stig
2) Havnin 1            2 dystir     4,5 stig
3) Klaksvík 2          2 dystir     4,5 stig
4) Vestmanna 1      1 dyst      2,5 stig
5) Sandavágur 1     1 dyst      1,0 stig
6) Havnin 2            2 dystir     1,0 stig

Á fyrsta borði varð Klaksvík 1 umboðað av Ólavi Simonsen, sum yvir av sær hevði ein Olaf Berg, sum man vera í heilt góðum dystarformi í løtuni, eftir at hann fyri fáum døgum síðan luttók í krútsterku Klaksvík International, har hann eitt nú vann á einum stórmeistara.

Góði formurin hjá Olafi kom eisini til sjóndar í talvinum móti Ólavi Simonsen, sum ikki tykist hava havt ta bestu eydnuna ímóti Olafi í undanfarnum talvum teirra millum.

Olaf fekk yvirvág í talvinum, meðan Ólavur hinvegin kom í tíðarneyð. Men hóast kroystur av støðuni og tíðarneyðini, stríddist Ólavur manniliga og megnaði, sær sjálvum líkur, at skapa eina fløkta støðu.

Royndirnar hjá klaksvíkinginum eydnaðust kortini ikki nóg væl, og endin var, at Olaf vann talvið og legði harvið Sandavág framum 1-0.

Á næsta borði hevði Steintór Rasmussen hvíta fólkið ímóti Torkil Nielsen, sum eins og Steintór er ein sera stinnur telvari.

Úrslitið teirra millum var tí ikki so lætt at spáa um, men sunnudagin vísti Torkil seg at vera tann sterkari á talvpuntunum.

Sum talvinum leið, misti Steintór heldur fleiri finnur enn Torkil, sum stóð betur, tá ið endatalvið nærkaðist. Steintór var sjálvur greiður um støðuna, men royndi tó at herja á, hóast hetta, tá ið av tornaði, ikki rakk til nakað stig.

Sostatt vann Torkil hetta talvið, og harvið var Sandavágur – eitt sindur óvæntað – komið framum 2-0.

Nú settu klaksvíkingar sítt álit á Finnbjørn Vang á 3. borði og Rana Nolsøe á 4. borði.

Rani telvaði ímóti unga Jón Gregersen, ið sá út til at telva fyri einum javnleiki, og hóast Rani í løtum sá út til at standa eitt sindur betur, so telvaði Jón væl og helt støðuni til ein javnleik, sum at enda gjørdist úrslitið.

Finnbjørn hevði Bernhard Augustinussen yvir av sær, og sambært tí, teir talvkønu søgdu, so stóð Finnbjørn í øllum førum ikki verri enn Bernhard.
Úrslitið gjørdist kortini javnleikur teirra millum.

Harvið vunnu Rani og Finnbjørn hvør sítt hálvt stig til Klaksvík 1, sum sostatt tapti dystin samanlagt 1-3 fyri Sandavági 1.

Hin dysturin, sum skuldi telvast í Skákinum sunnudagin, var ímillum Klaksvík 2 og Havnina 1, men av tí at havnarmenn bóðu um útseting, verður hesin dysturin telvaður seinni.

Í Vestmanna telvaðu Vestmanna 1 og Havnin 2, har tey flestu mundu vænta ein sigur til vestmenningar, men úrslitið bleiv ein 2-2 javnleikur, har tey einstøku talvini endaðu soleiðis:

VT – HT 2 = 2-2
1. John R. – Suni J. = 1-0
2. Carl Eli – Birgi H. = 1-0
3. Martin B. – Óli J. = 0-1
4. Samson – Arnbjørn = 0-1

Við hesum er støðan í 1. deild henda:

1) Klaksvík 1          3 dystir     7,5 stig
2) Havnin 1            2 dystir     4,5 stig
3) Klaksvík 2          2 dystir     4,5 stig
4) Vestmanna 1     2 dystir     4,5 stig
5) Sandavágur 1    2 dystir     4,0 stig
6) Havnin 2            3 dystir     3,0 stig

Harleywoodpaint