Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin í 1. deild: Toftir-Klaksvík 2-2: Ótroyttiligi Tummas Martin bjargaði Kl. Talvfelag remis

(
John Færø)

Í dystinum hjá KTF á Toftum sunnudagin var støðan ta einu løtuna 0-2, men so vann Ólavur Simonsen á Boga Ziska og minkaði harvið til 1-2, og eftir eitt 6 tímar langt talv eydnaðist tað Tummas Martini Anthoniussen eisini at vinna sítt talv og harvið at javna til endaliga úrslitið 2-2.

Tá talvdysturin á Toftum sunnudagin var hálvrunnin, stóð einki til hjá klaksvíkingum.
Støðan var tá 2-0 til heimaliðið.
Gamaní sá Ólavur á 1. borði út til at standa eitt sindur betur í sínum talvi, men hjá Tummasi á 4. borði var javnleikur mest sannlíkur.
Sostatt vóru tá útlit fyri einum tapi til sterkasta liðið hjá Kl. Talvfelag, sum annars er væl við í kappingini um føroyameistaraheitið.

Jens Christian
vann á Rana.
Klaksvíksmegin við næstfremsta talvborðið sat Rani Nolsøe, sum yvirav sær hevði ein sterkan mótstøðumann.
Jens Christian Hansen, sum eisin vann dystin teirra millum í fyrra dystinum millum KTF og TT, hevur í ár víst stóra styrki, tí hann hevur snøgt sagt vunnið øll síni talv higartil í liðkappingini.
Hesa ferð hevði Jens Christian hvíta fólkið og kom rímiliga skjótt at standa betur í hesum talvinum, sum var tað fyrsta, ið fann ein vinnara.
Støðan var harvið 1-0 til toftamenn.

Finnbjørn Vang:
“Eg telvaði illa!”

Vit hava onkuntíð fyrr greitt frá, at styrkin hjá Finnbjørn Vang ofta kemur fram, tá tað skal telvast skjótt – men soleiðis var ikki hesa ferð.
Í øllum førum var Finnbjørn eftir dystin sunnudagin illa nøgdur við sína telving, har hann á 3. borði hevði toftamannin Wensil Højgaard yvir av sær.
– Vit komu báðir í tíðarneyð, og tá vit høvdu telvað einar 5-6 leikir útyvir tað, var støðan tapt, greiðir Finnbjørn sjálvur frá.
– Eg hevði tá mist mann, og hann hevði 4-5 finnur meira, so har var einki meir at gera!
– Eg telvaði illa!, var stutta niðurstøðan hjá Vang’inum.

Ólavur Simonsen
telvaði aftur væl.

Tað er ein fongur fyri Klaksvíkar Talvfelag at hava ein so sterkan telvara sum Ólav Simonsen við fremsta talvborðið hjá 1. liði.
Sunnudagin møtti hann Boga Ziska, sum fyrr í kappingini fekk javnleik ímóti Ólavi.
Sterkasta umboðið hjá toftamonnum hevði hesa ferð fyrireikað seg væl at møta Ólavi, men tað skuldi vísa seg, at Ólavur ikki var so lættur at syfta kortini.
Millum annað royndi Bogi seg við at ofra kvalitet fyri álop, men hetta eydnaðist ikki sum ætlað. Ólavur vardi væl, og tá tíðarneyðin var av, var støðan hjá vunnin hjá honum.
Eftir góðar 40 leikir valdi Bogi Ziska at gevast.
Við hesum minkaði Ólavur um munin til 1-2, so nú var tað upp til Tummas Martin, um tað skuldi røkka til ein javnleik.

Tol og áhaldandi trýst
góvu Tummasi sigurin.

Tað var ein royndur maður, sum Tummas Martin fekk at stríðast við á 4. borði sunnudagin.
Talvið teirra millum var ikki tað mest hendingarríka, og tá toftamenn høvdu lagt seg á odda, var greitt, at Helgi Joensen meir og meir legði seg eftir at fáa ein javnleik, tí so vunnu toftamenn dystin samanlagt.
Hetta førdi til eina rættiliga javna støðu í talvinum, har Tummas Martin var tann ídnari at royna  álop, meðan Helgi arbeiddi meira fyri at verja jøvnu støðuna.

Viðhvørt loysir
seg at treiskast.

Úrslitið gjørdist eitt endatalv, har teir høvdu 5 finnur, rók og ólíka bisp í part. Ein støða, sum í teoriini eigur at vera deytt remis – tað merkir í stuttum, at hvørgin partur eigur at vinna, um telvað verður rætt.
Tvær ferðir bjóðaði Helgi remis, men báðu ferðirnar takkaði Tummas Martin nei – hann vildi royna til tað síðsta, um tað ikki kundi røkka til meira enn bara remis.
Við at spæla finnurnar hjá sær nokkso langt fram, legði klaksvíkingurin eitt ávíst álopstrýst á eysturoyingin, og við eitt eydnaðist tað – Helgi fór í panikk … og spælid ein leik, sum lovaði konginum hjá Tummasi til finnurnar hjá honum.
Tá hetta hendi, samstundis sum lítil tíð var eftir, var støðan tapt hjá Helga, og hann valdi at gevast.
Tummas Martin hevði vunnið sítt talv og harvið javnað fyri KTF til 2-2.

Úrslitini
í 1. deild:

Dystirnir í 6. umfari í sterkastu talvdeildini gjørdust hesi:
Toftir–Klaksvík 2-2
Vestmanna–Kollafjørður 0-4
Havnin–Streymur 2-2

Støðan er
púra jøvn.

Við hesum er greitt, at støðan framvegis er sera jøvn. Kollafjørður, sum hetta vikuskiftið hevði styrkt sær 1. borð við svianum Tiger Hillarp Persson, gjørdi tó eitt ordans hál við stórsigrinum á vestmenningum.

Støðan er nú henda:
1)  Havnin  14,0 stig
2)  Kollafjørður 13,5 stig
3)  Streymur  13,0 stig
4)  Klaksvík  13,0 stig
5)  Toftir  13,0 stig
6)  Vestmanna   5,5 stig

Írestandi
dystirnir:

Teir írestandi dystirnir hjá Kl. Talvfelag í liðkappingini í 1. deild eru nú 4 í tali – teir eru hesir:

Streymur – Klaksvík
Klaksvík – Kollafjørður

Havnin – Klaksvík

Klaksvík – Vestmanna

Komandi vikuskiftið verða 2 umfør telvaði. Fyrst á útivølli ímóti Streymi leygardagin og síðani ein heimadystur sunnudagin ímóti kollfirðingum.