Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, liðkappingin í 2. deild: Klaksvíkar Talvfelag er eisini væl við í 2. deild

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum 2-2 javnleiki ímóti Róki sunnudagin varðveitti Klaksvík 3 eina solida plasering miðskeiðis á stigatalvuni í 2. deild.

Hóast Klaksvíkar Talvfelag hevur tvey lið í sterkastu deildini, 1. deild, so hevur felagið higartil megnað at fingið nøkur góð úrslit higarti í 2. deild, har felagið er umboðað við einum liði, Klaksvík 3.

Hesaferð varð liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag í 2. deild mannað við hesum telvarum:

Esbern Christiansen við 1. borð,
Bogi E. Hansen við 2. borð,
Heðin Gregersen við 3. borð og
Dánjal P. Jacobsen við 4. borð.

– – –

Úrslitini í 2. deild sunnudagin vóru hesi
:

4. umfar, 2. november 2008  kl. 14:00

Rókur 1 – Klaksvík 3   2 – 2
Christiansen Sámal – Christiansen Esbern 0 – 1
Debes Ingolf – Hansen E. Bogi ½ – ½
Dam Vagnur – Gregersen Heðin ½ – ½
Højgaard Brandur – Jacobsen Dánjal P. 1 – 0

Sandavágur 2 – Vestmanna 2   1½ – 2½


Støðan í 2. deild í løtuni
:

1) Sandavágur 2   10,0 stig
2) Vestmanna 2      8,0 stig
3) Klaksvík 3           7,5 stig
4) Rókur 1               7,0 stig
5) Toftir                   6,5 stig
6) Kollafjørður 2      1,0 stig