Tað minti ikki sørt um liðkappingina fyri 2 árum síðan, tá Tummas M. Anthoniussen á 3. borði og Ingolf Gaard á 4. borði báðir vunnu síni talv og harvið løgdu grundina til sigurin hjá KTF á toftamonnum.
Teir í Klaksvíkar Talvfelag mundu vera rímiliga væl nøgdir við avrikið sunnudagin, tá Tofta Talvfelag vitjaði í Skákinum.
Dysturin skuldi eftir ætlan verða telvaður leygardagin men varð útsettur eftir áheitan frá toftamonnum.
Javnleikur
á 1. borði.
Sum nærri greitt frá í aðrari grein í blaðnum í dag, so býttu telvararnir við fremsta borðið stigini millum sín í einum drúgvum og treiskum talvi, har Ólavur Simonsen í endaspælinum var eitt sindur undirmannaður við svarta fólkinum men at enda vardi seg manniliga til ein javnleik ímóti Boga Ziska.
Fyrrverandi føroya-
meistarar møttust.
Stytsta talvið í hesum dystinum var á 2. borði, har tveir fyrr fyrrverandi føroyameistarar settust yvir av hvørjum øðrum.
Tað vóru teir báðir Rani Nolsøe, sum við hvíta fólkinum sat yvir fyri Jens Christiani Hansen, ið samanlagt eigur næstflest føroyameistaraheiti fyri einstaklingar. 5 eru tey í tali, so Rani, sum sjálvur hevur vunnið FM ta einu ferðina, hevði neyvan nakra lætta uppgávu sunnudagin.
Á seinasta føroyska styrkilistanum liggja hesir báðir royndu telvararnir lið um lið, Jens Christian á 13. plássi við 2157 stigum, meðan Rani við 2154 ratingstigum liggur á 14. plássi. Teir eru tí báðir stutt frá topp-10, sum er føroyski landsliðsbólkurin.
Hildu seg neyvan
telva eftir bókini.
Hann fór tó frískliga til verka við álopstelving frá fyrsta leiki, sum tó ikki var nóg mikið til at koppa roynda toftamanninum, ið var meira varin men skjótt vann sær fyrimun og vann eftir einans 25 leikir.
Eftir talvið hildu báðir við ein munn, at hvørgin teirra hendan dagin hevði telvað eftir bókini – ella kanska rættari eftir telduni, tí aftaná at teir sjálvir høvdu eftirmett talvið, settu teir seg eisini framman fyri eina av teldunum í Skákinum fyri at eftirmeta leikirnar í einum av altjóða talvskipanunum.
3. og 4. borð,
enn einaferð.
Tey, ið hava fylgt telvingini seinnu árini, minnast, at Tummas Martin Anthoniussen og Ingolf Gaard fyri 2 árum síðan vunnu KTF sera nógv stig á 3. og 4. borði.
Sunnudagin lagaði tað seg soleiðis, at tað júst vóru hesir báðir talvgarparnir, sum mannaðu 3. og 4. borð – og úrslitini vóru júst sum í "gomlum døgum", tí báðir vunnu.
Tummas Martin
vann á Wensili.
Við 3. borð var tað Tummas Martin Anthoniussen, sum umboðaði KTF.
Hann hevði svarta fólki ímóti Wensili Højgaard av Toftum, sum í løtuni er nummar 55 á heimliga ratinglistanum við 1775 stigum, meðan Tummas Martin sjálvur liggur sum nummar 24 við 2004 ratingstigum.
Tummas Martin var tí helst favorittur ímóti Wensili, sum tó hevði hvíta fólkið, ið vanliga verður mett sum ein lítil fyrimunur.
Hvussu var og ikki, so helt klaksvíkingurin skansan við at vinna talvið, ið annars var rímiliga javnt.
Eftir talvið mettu eygleiðarar, at Tummas Martin stó eitt sindur betur í talvinum, tá tað nærkaðist 40 leikum, og tá so Wensil harafturat kom í svára tíðarneyð, var einki at gera.
Tummas Martin vann sostatt og javnaði sostatt út til 1-1 fyri KTF.
Sjeyti fimm ár –
og virkin telvari.
Her í blaðnum hava vit fyrr umrøtt mannin, sum sunnudagin hevði svarta fólkið ímóti Ingolfi Gaard við aftasta talborðið.
Vit tosa um sjeyti fimm ára gamla toftamannin Jústines Hansen, sum uttan iva er elsti persónur, sum í dag telvar í fremstu føroysku talvdeildini. Hann hevur telvað frá ungum árum, men byrjaði tó ikki at luttaka í talvkappingum, fyrr enn hann var 49 ára gamal. Sostatt hevur hann nú verið virkin í almennum talvkappingum í meira enn kvarta øld.
Ingolf Gaard vann
á aldurforsetanum.
Á føroyska ratinglistanum liggur klaksvíkingurin Ingolf Gaard á plássi nummar 62 við 1761 stigum, meðan Jústines Hansen av Toftum hevur 1648 ratingstig á 103. plássi.
Hóast munurin teirra millum í talvinum ikki var tann heilt stóri, so vann Ingolf sær tó nokkso skjótt ein fyrimun, tá Jústines ofraði eina finnu, sum seinni vísti seg at fáa avgerandi ávirkan á úrslitið, við tað at Ingolf júst har slapp ígjøgum við sínari finnu.
Hóttanin av hesum gjørdi, at Jústines legði kongin, og Ingolf Gaard legði sostatt KTF avgerandi framum 2-1, og tá telvararnir á 1. borði, sum greitt frá aðrastaðni, telvaðu javnt, endaði hesin fyrsti talvdysturin hjá KTF í liðkappingini í ár við 2½-1½ sigri.




