Úrslitini í næst síðsta umfari, sum var sunnudagin, lagaðu tað soleiðis, at fyrstalið hjá Kl. Talvfelag nú má vinna heili 4-0 á Vestmanna 1, tá liðini møtast í síðsta umfari, um Klaksvík skal endurvinna FM-heitið.
Sunnudagin vann Klaksvík 1 ein tepran 2½-1½ sigur á Havnini, samstundis sum oddaliðið Vestmanna 1 vann 3-1 á Sandavági.
Harvið vaks munurin millum Vestmanna 1 á fyrstaplássi og Klaksvík 1 á øðrumplássi upp til 3 stig.
Hesi bæði liðini skulu møta hvørjum øðrum í síðsta umfarinum, sum verður leygardagin tann 26. apríl.
Tí hevur tað í eina tíð verið tosað um eina rættiliga finalu millum hesi bæði oddaliðini, men nú er stigamunurin millum liðini blivin so stórur, at Klaksvík krevur at gera ein ordans vørr, um teir skulu gerast føroyameistarar í 1. deild aftur í ár, so sum teir blivu í fjør.
Sum Norðlýsið skilur á talvkønum, so má Klaksvík vinna við størst møguliga muninum, 4-0, um liðið skal endurvinna FM-heitið. Hetta kemst av, at Vestmanna, sum skilst, hevur betri mótstøðustig, og tí er ikki nóg mikið hjá Klaksvík at koma upp á sama stigatal – teir mugu upp um Vestmanna í stigum.
Støðan, 1. deild:
1) Vestmanna 1 29,5 stig
2) Klaksvík 1 26,5 stig
3) Sandavágur 17,5 stig
4) Havnin 17,0 stig
5) Klaksvík 2 12,5 stig
6) Vestmanna 2 5,0 stig
Tað mest hugaliga hetta umfarið, sæð við Klaksvíkar eygum, mundi verað úrslitið hjá Klaksvík 2.
Næst besta liðið hjá Kl. Talvfelag van nevniliga ein ruddiligan 3½-½ sigur á Vestmanna 2, sum harvið endaliga varð sent niðuraftur í 2. deild, samstundis sum Klaksvík 2 eru tryggjaðir framhald í fremstu talvdeildini eisini í komandi kappingarári.
Annars vóru úrslitini í
9. umfari í 1. deild hesi:
Sunnudagin tann 13. apríl 2008:
Havnin – Klaksvík 1 1,5 – 2,5
Martin Poulsen – Heini Olsen 0,5-0,5
Helgi Dam Ziska – Steintór Rasmussen 1-0
Herluf Hansen – Ólavur Simonsen 0-1
Hjalti T. Jógvansson – Finnbjørn Vang 0-1
Vestmanna 2 – Klaksvík 2 0,5 – 3,5
John Jacobsen – Rani Nolsøe 0-1
Kári O. Durhuus – Wille Olsen 0-1
Martin Jóanesarson – Tummas M. Sólsker 0,5-0,5
Rógvi Hansen – Rógvi Dragaberg 0-1
Vestmanna 1 – Sandavágur 3,0 – 1,0




